Føroyska U19-kvinnulandsliðið luttekur í hesum døgum í EM-undankapping í Kroatia, har tær eru í bólki við Ukreina, Belgia og vertslandinum Kroatia.
Føroyar spældu sín fyrsta dyst kl.13 seinnapartin í dag ímóti Ukreina, og sigast má, at tær komu í satt ódnarveður. Longu tá ið 10 minuttir vóru spældir, var Ukreina á odda 3-0, og tá ið farið varð til hálvleiks, var Ukreina á odda heili 7-0.
Tað var eyðsæð trupult hjá føroysku gentunum at standa seg ímóti bólttryggu ukreinsku gentunum í bakandi sól á Sv. Josip Radnik-leikvøllinum í Servete-býarpartinum í kroatiska høvuðsstaðnum, Zagreb. Hóast Ukreina eisini var omaná í seinna hálvleiki og Føroyar ikki hevði eitt skot á mál, so vardu tær føroysku nakað betur og Ukreina fekk trý mál afturat ímóti dystarenda, soleiðis at tær vunnu dystin 10-0.
Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru: Monika Biskopstø, Kristianna Balle, Anna A. Brimnes, Annika Petersen, Marta S. Thomsen, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen, Elsa S. Jacobsen, Birna T. Johannesen, Elin Maria Isaksen og Ásleyg Súnadóttir. Sigrun Sirdal, Johanna Lervig og Durita Róin vórðu innskiftar.
Ukreina - Føroyar 10-0 (7-0)
1-0: Alyna Shylova, 3.
2-0: Darya Kravets, 9.
3-0: Yana Kalinina, 10.
4-0: Tamila Khimich, 19.
5-0: Yana Kalinina, 26.
6-0: Kateryna Korsun, 32.
7-0: Darya Kravets, 42.
8-0: Tamila Khimich, 83.
9-0: Darya Kravets, 85.
10-0: Anhelina Moloshyk, 93. (br.)
Mánadagin spæla føroysku genturnar ímóti Belgia, og hósdagin bíðar Kroatia. Báðir dystirnir byrja kl.13 føroyska tíð.
Mynd: U19-landsliðið í fjør (fsf.fo)