U19 vann á Newcastle

U-landslið - Jóan Símun Edmundsson brendi brotsspark fyri Newcastle í dystinum mikudagin, sum føroyska U19-landsliðið vann 2-1

Tað var væntandi, at New­castle-liðið fór at verða ógvu­liga sterkt í mun til tað før­oyska, men sum dysturin leið, gjørdist greitt, at føroyska liðið var væl við. Newcastle-spæl­ar­ar­nir eru í holt við sína pre-season venjing og tað sást aftur til tíðir. Tað tekur tó einki frá før­oyska innsatsinum.
Í fyrra hálvleiki hevði New­castle meira spæl og í løtum sást munur á liðnum báðum, men sum hálvleikurin gekk, kom før­oyska liðið fyri seg. Í sein­asta álopinum í fyrra hálv­leiki legði Newcastle seg á odda, eftir at føroyska liðið misi bóltin í uppspælinum.
Í seinna hálvleiki kom før­oyska liðið veruliga fyri seg og var til tíðir omaná. Mitt í seinna hálvleiki javnaði Gunnar Zachariassen eftir upp­spæl frá innskifta Pál Joensen, sum úr vinstru síðu spældi inn­fyri til Gunnar, sum var leys­ur og tryggur framman fyri mál­inum.

Jóan Símun brendi
Millum mótstøðumenninar var føroyski Newcastle-spælarin, Jóan Símun Edmundsson, og løtu eftir útjavnandi mál­ið gjørdi føroyska verjan brots­spark ímóti Jóan Símuni. Hann varð sjálvur settur at skjóta, men Teitur Gestsson í føroyska málinum bjargaði!
Í seinasta álopinum í dyst­inum fingu føroyingar horna­spark í høgru síðu. Sørmund Kalsø, sum spældi allan dystin í miðverjuni, var hægstur og stútaði bóltin í kassan til enda­liga úrslitið, sum altso gjørdist 2-1 til føroyska U19-landsliðið.
Millum áskoðararnir vóru Newcastle-venjarin, Chris Hughton, og fyrrverandi Liver­pool- og Newcastle-spælarin. Peter Beardsley. Á odda fyri New­castle-liðnum stóð Colin Calder­wood, sum á sinni var inni í myndini at gerast før­oyskur landsliðsvenjari.
Eftir dystin var Chris Hughton nøgdur við mót­støð­una, frá føroyska U19-liðnum Ábraham Løkin, venjari hjá U19-landsliðnum, var væl nøgd­ur við føroyska innsatsin og úrs­litið. Hann læt eisini væl at um­støð­unum og tí sum liðið hevði fingið burtur úr á ferðini í Newcastle.

Teir yngru taptu
Eisini hini bæði ungdóms­landsliðini spældu mikudagin. U17-landsliðið tapti 3-0 fyri Whitley Bay FC, sum er eitt lið uttan fyri Newcastle. Aftur her var stór­ur munur á likamligu styrk­ini á liðunum, og onkur av mótstøðuspælarunum mundi helst táttað í tey 20 árini. U17-liðið vísti gott spæl til tíðir og kundi við størri neyvleika havt skorað bæði eitt og tvey mál.
U15-landsliðið tapti 2-0 fyri Wallsend Boys Club, ið hevur fostrað spælarar sum Alan Shearer og Peter Beardsley. Tekn­iskt stóðu føroyingarnir ikki nógv aftanfyri, men likam­liga vóru teir við undirlutan. Til tíðir spældi U15-liðið góð­an fótbólt, men hevði trup­ult við at skapa teir stóru mál­møgu­leikarnar.