U20 EM: Oddsini millum Føroyar og Ísrael eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Ísrael

Mynd: Eurohandball

Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti spælir nú um endastøðurnar millum nummar níggju og 16 í EM-endaspælinum í Rumenia.

 

Fyrrapartin klokkan 10 spæla Føroyar dyst móti Ísrael. 

 

Portalurin vísir dystin, og frásøgnin hoyrist á FM1.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn.

 

Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 1,95 og 2,05.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 7,00 og 9,00.

 

Oddsini upp á ísraelskan sigur liggja millum 2,05 og 2,19.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Eurohandball