Seinnapartin klokkan 17.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið fyrsta dystin í innleiðandi bólki B móti Serbia.
Hini bæði liðini í bólki B eru Turkaland og Sveis. EM-endaspælið verður leikt í Rumenia.
Portalurin vísir dystin millum Serbia og Føroyar, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Serbia hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á sigur til Serbia liggja millum 1,40 og 1,46.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,50 og 10,00.
Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 3,30 og 3,51
HER eru oddsini:
##med2##












