U20 EM: Sveis hevur eina greiða favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin millum Sveis og Føroyar

Mynd: Eurohandball

Seinnapartin klokkan 17.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti triðja innleiðandi dystin í EM-endaspælinum í Rumenia. 

 

Dysturin verður móti Sveis, ið er fremst í bólki B við fýra stigum. Føroyar og Serbia hava tvey stig hvør. Turkaland er aftast við ongum stigi.

 

Portalurin vísir dystin móti Sveis, og til ber at hoyra frásøgnina á FM1.

 

Sveis, ið hevur vunnið 50-32 á Turkalandi og 35-25 á Serbia hevur eina greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum móti Føroyum.

 

Oddsini upp á sigur til Sveis liggja millum 1,18 og 1,26.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 10,00 og 12,00.

 

Oddsini upp á sigur til Føroyar liggja millum 4,75 og 6,10. 

 

Klokkan 12.30 spæla Serbia og Turkaland, og har hevur Serbia eina risastóra favorittstøðu. Føroyar mugu tí vinna á Sveis fyri at hava vónir um at røkka ovara endaspælinum. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Eurohandball