U21: Bogi Løkin byrjar inni

Seinnapartin klokkan 14, føroyska tíð, fer føroyska U21-landsliðið fyri aðru ferð hesa vikuna á vøllin. Hesa ferð spæla Føroyar ímóti Andorra, sum higartil er botnlið í okkara bólki í EM-undankappingini. Andorra hevur hvørki fingið mál ella stig, meðan Føroyar higartil hava sjey stig í hesi kappingini.

 

Einasta broytingin á liðnum, samanborið við Lettlands-dystin, ið U21-landsliðið vann 1-0 mikudagin, er tann, at Bogi Løkin kemur inn í staðin fyri Róald Jacobsen. Sostatt verða tveir royndir A-landsliðsspælarar á vøllinum í dag, tí Jóhan Troest Davidsen, sum legði upp til málið mikudagin, er eisini við.

 

Føroyska byrjunaruppstillingin

Sostatt fer føroyska liðið at byrja dystin ímóti Andorra soleiðis: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen ? Kristoffur Jakobsen, Bogi Løkin, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Poulsen ? Christian Restorff Mouritsen (liðformaður) ? Øssur Dalbúð.

 

Á bonkinum sita Hans Jørgensen, Róaldur Jacobsen, Pætur Jørgensen, Jóhan Ellingsgaard, Finnur Justinussen, Karl Løkin og Hallur Hansson. Jóan Pauli, Rógvi Poulsen, Jóhan Troest og Kristoffur hava havt smávegis trupuleikar, men eru allir klárir til dystin í dag.

 

Ferðin úr Riga var drúgv og fór við øllum hósdegnum, so í gjáramorgunin var bara ein løtt venjing á skránni, áðrenn spælarar og leiðarar kundu taka sær av løttum í høvuðsstaðnum í Andorra, sum eitur Andorra la Vella.

 

Portalurin fer at fylgja við dystinum, meðan hann er í gongd.