U21 EM: Luksem­borg er fav­oritt­ur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á dystin Luksemborg-Føroyar

Í kvøld klokkan 18.30 spælir føroyska U21-landsliðið triðja dystin í hesari EM-undankappingini. 

 

Dysturin í bólki C verður á Stade de la Frontière í Esch-sur-Alzette í Luksemborg. Talan verður um fyrsta dystin hjá Luksemborg í hesari undankappingini.

 

Føroyar hava vunnið tveir 2-1 sigrar higartil. 2-1 á Estlandi í Klaksvík, og 2-1 á Íslandi í Reykjavík í farnu viku.

 

Luksemborg hevur favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum.

 

Oddsini upp á heimasigur til Luksemborg liggja millum 1,70 og 1,84.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,45 og 3,70. 

 

Oddsini upp á útisigur til Føroyar liggja millum 3,90 og 4,33.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##