U21: Jógvan Isaksen fingið landsliðsboð

Jógvan Isaksen úr KÍ avloysir Høgna Eysturoy, sum hevur givið avboð til U21 EM-undankappingardystin ímóti Danmark, skrivar FSF.fo í dag.

 

Verjuleikarin úr B36, Høgni Eysturoy, hevur givið avboð til EM-undankappingardystin ímóti Danmark komandi mikudag. Í staðin hava Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar úttikið Jógvan Isaksen úr KÍ.

 

EM-undankappingardysturin ímóti dønum er seinasti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum í hesum umfarinum.

 

Dysturin móti Danmark verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali mikudagin 15. august, kl. 19:00.