Niðurteljingin hjá U21-landsliðnum til dystin seinnapartin klokkan 14, føroyska tíð, ímóti Andorra, er nú av álvara byrjað. Og í tólvta tíma máttu venjararnir gera enn eina broyting á liðnum, tí Rógvi Poulsen ikki kendi seg nóg væl fyri til at spæla dyst í dag.
Í hansara stað er komin Finnur Justinussen, sum í 1-0 dystinum ímóti Lettlandi mikudagin fekk síðstu 12-13 minuttirnar, tá hann avloysti Øssur Dalbúð. Nú Finnur er komin inn, er greitt, at U21-landsliðið í dag spælir við trimum monnum á liðnum, sum burturav eru framherjar.
Føroyska liðið (4-4-1-1): Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen ? Finnur Justinussen, Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen, Jóan Símun Edmundsson ? Christian Restorff Mouritsen (liðformaður) ? Øssur Dalbúð
Spælararnir hava annars tikið sær av løttum í morgun og hava verið ein gongutúr í Andorra la Vella. Nú er bert taktikkfundurin eftir og so sjálvur dysturin, sum fylgt verður við her á Portalinum, meðan hann er í gongd.