U21 tapti 3-0 í Finnlandi

U21 landsliðið hevur tapt báðar dystirnar í hesi EM undankappingini við samantalda málmuninum 0-4

Føroyska U21 landsliðið hevur í kvøld lagt rygg til 3-0 tap í Finnlandi. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Finnland setti hol á við brotssparki í 24. minutti, og eftir sjey minuttum fram ímóti steðginum skoraðu finnlendingar tvær ferðir aftrat.

Fyrstu løtuna hevði heimaliðið eina rúgvu av hornaspørkum, uttan at tað bar mál við sær. Eftir steðgin sá betri út hjá føroyska liðnum. Finnlendingar tóku sær kanska eitt sindur av løttum, og talan var ikki um so nógvar spentar støður í føroyska brotsteiginum.

 

Í kvøld høvdu Føroyar ikki nakran heilt upplagdan málmøguleika.

-Tað er ikki fyri at bera í bøtuflaka fyri okkum, men tað er ein veruleiki, at meðan flestu finnlendingarnir eru føddir í 1994 og 1995, so eru flestu okkara føddir í 1996 og onkur í 1997. Vit hava ikki so nógvar at velja ímillum, tí profilarnir í hesum aldursbólkinum hjá okkum eru longu á a-landsliðnum. Vit vóna, at tað verður betri, tá ið finnlendingar fara at vitja í Føroyum um eitt ár, sigur hjálparvenjarin Eli Hentze.

-Tað riggaði ikki hjá okkum í 1. hálvleiki, tá ið vit lógu ov langt frá teimum. Vit løgdu stóran dent á at verja fyri deyðbóltum, og tað gekk væl. Men tá ið vit gjørdu mistøk, so sektaðu teir okkum beinanvegin. Hetta var eitt sindur betri mótstøða, enn vit eru vanir við í EFFO deildini, sigur Harald R. Højgaard, sum er liðformaður á føroyska U21 liðnum.

-Tað kennist, at vit ikki hava spælt so nógv saman. Tað er neyðugt, at vit spæla fleiri venjingardystir saman.

 

Føroyar hava spælt tveir dystir í hesi EM undankappingini. Í fyrsta dystinum vann Aserbadjan 1-0 í Føroyum. Næsta avbjóðingin verður 13. oktober, tá ið Føroyar fáa vitjan av Týsklandi á Tórsvølli. 

 

-------- 

LIÐUGT

3-0

90) 3-0

3 minuttir lagdir aftrat.

80) 3-0

Finnlendingar skifta út: Lassas fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Klinga.

77) 3-0

Eftir innlegg úr høgru frá Leivi Joensen roynir Bartal Wardum seg við skoti av brotsteigarmarkinum, men verjan blokerar.

75) 3-0

Tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni, men nú er langt millum uppløgdu málmøguleikarnar.

70) 3-0

Føroyar skifta út: Jákup Thomsen fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Karstin Højgaard.

67) 3-0

Finnland skiftir út: Rahimi fer av vøllinum, og Tamminen kemur á vøllin.

62) 3-0

Bartal Wardum kemur á vøllin í staðin fyri Harald R. Højgaard.

60) 3-0

GULT. Danni Hattakka fyri fríspark ímóti Bethuel Hansen.

58) 3-0

Besta føroyska álopið higartil. Eftir samanpæl upp á tvørs og síðani fram í vinstru og flatt innlegg var tað Bethuel Hansen, sum smekkaði til, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan.

55) 3-0

Finnlendingarnir eru fyri tað mesta á bóltinum, sum teir flyta væl millum sín, meðan føroysku spælararnir verja og renna aftaná.

52) 3-0

Tað verður spælt á graslíki.

48) 3-0

Enn eitt finskt horna í vinstru, og hesaferð er Elias Rasmussen hægstur, tá ið lagt verður innfyri.

47) 3-0

Finnland tiltuskar sær horna í vinstru eftir vandamikla støðu í føroyska brotsteiginum.

46) 3-0

Gestur Bogason Dam er komin á vølin í staðin fyri Meinhard E. Olsen. Útskiftingin er roynd at byrja fyri høgru álopssíðu hjá Finnlandi, sum hevur verið ógvuliga hvøss.

HÁLVLEIKUR

45) 3-0

Spælararnir eruá veg undir tak at hvíla seg og at leggja ráð um, hvussu lið og spæl skulu skipast eftir steðgin. Tað eru 16 hitastig, sólin skýnur, og umstøðurnar at spæla fótbólt eru av teimum bestu.

Hjá føroyingunum er talan um sera stóra og tunga uppgávu, sum bíðar eftir steðgin, tí Finnland hevur síðstu tjúgu minuttirnar av 1. hálvleiki skorað trý mál!

 

44) 3-0

GULT. Harald R. Højgaard sær gult fyri at vera ov seinur við takling.

42) 3-0

Í spælinum úti á vøllinum hevur munurin á liðunum ikki kenst at vera so stórur. Heimamenninir eru taktiskt snildir, tí tá ið føroyingarnir eru komnir nakað fram á vøllin, so gongur tað skjótt fyri seg, tá ið finnlendingarnir fáa fatur á bóltinum.

39) 3-0

3-0: Yaghoubi

Nú gongur heilt illa hjá føroyingunum í Finnlandi. Eftir skjótt álop, gjøgnumbrot til baklinjuna og sending út frá baklinjuni í høgru var tað liðformaðurin og miðvallarin Yaghoubi, sum fyri aðru ferð setti bóltin í føroyska málið.

34) 2-0

Finska liðið megnar ferð eftir ferð at spæla seg til møguleikar eftir gjøgnumbrot í vinstru og innlegg.

31) 2-0

2-0: Skrabb

Eftir føroyskt horna og skjótt mótálop og innlegg úr vinstru og stútara á tvørtræið varð returbólturin settur í føroyska málið.

28) 1-0

Væl upplagdi Jákup Thomsen sneiðir framvið fleiri, áðrenn tað endar við horna - fyri aðru ferð til Føroyar - og báðu ferðirnar er tað endað við, at dómarin hevur bríkslað fyri frísparki.

26) 1-0

Finnland er greitt omaná, og nú endaði tað enn einaferð við hornasparki.

24) 1-0

1-0: Yaghoubi br

So hevur heimaliðið lagt seg framum. Í gjárkvøldið var tað miðskeiðis í 1. hálvleiki, at finska landsliðið skoraði sigursmálið, og nú hevur U21 liðið hjá teimum skorað fyrsta málið miðskeiðis í 1. hálvleiki.

22) 0-0

Brostspark til Finnland og gult kort til Leiv Joensen, sum í brotsteiginum togaði mótstøðumann um koll. Finnlendingarnir vístu so stóra misnøgd við, at føroyski spælarin ikki sá reytt, at ein teirra, Skrabb, sá gula kortið!

20) 0-0

Besta løtan hjá føroyska liðnum higartil. Eftir fleiri sendingar við breidd og dýpd, endaði tað við innleggi úr høgru frá Leivi Joensen, men verjan beindi bóltin út til horna - tað fyrsta hjá føroyska liðnum. Eftir innleggið bríkslaði dómarin fyri frísparki ímóti føroyingunum.

18) 0-0

Elias Rasmussen er hægstur og boksar bóltin burtur eftir horna, tá bólturin varð lagdur høgt og langt í brotsteigin.

14) 0-0

Fyrstu minuttirnar var pressið øgiligt. Finnland er framvegis omaná, men talan er ikki um stórt og støðugt trýst.

12) 0-0

Bill Jacobsen og Eli Hentze eru venjarar hjá føroyska liðnum. Millum teir fyrstu ellivu eru tríggir spælarar, sum umboða útlendsk feløg: Bethel Hansen úr Silkeborg, Meinhard E. Olsen úr Vendsyssel og Jákup Thomsen úr FC Midtjylland.

11) 0-0

Finnland hevur longu havt seks hornaspørk, men talan hevur ikki verið um vandamiklar støður eftir innleggini.

10) 0-0

Fleiri av teimum, sum í gjárkvøldið vóru við í 1-0 tapinum á olympiska stadion, hava aldur at vera við á U21 landsliðnum. Millum hesar eru Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Hendriksson.

8) 0-0

Trýstið á føroyska málið er linkað, og føroysku spælararnir eru bragdligir, tá ið teir seta fyrsta verjugarðin heilt frammarlaga á vøllinum.

5) 0-0

Heimaliðið hevur longu spælt seg til fýra hornaspørk, meðan føroyska liðið enn ikki hevur verið í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum. 

1) 0-0

Meðan finska liðið er samanspælt og hevur nógvar spælarar, sum longu hava verið á U21 liðnum í fleiri ár, so er føroyska liðið heilt ungt. Fleiri av føroysku spælarunum hava framvegis aldur at spæla á U19 landsliðnum.

 

00)

Talan er um næsta dystin hjá nýggja U21 landsliðnum, sum fyrr í summar tapti 1-0 á heimavølli ímóti Aserbadjan.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Vantaa, sum er útjaðari uttanfyri Helsingfors.

 

Finnland-Føroyar kl. 16.30

U21 EM undankapping

Finnland: Otso Virtanen - Hatakka, Mero, D. O'Shaughnessy, Aspegren -

Føroyar: Elias Rasmussen – Leivur Joensen, Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Benjamin Heinesen – Bethuel Hansen, Haraldur R. Højgaard, Hákun Edmundsson – Meinhard E. Olsen, Jákup Thomsen, FC Midtjylland, Jóannes Bjartalíð

Á beinkinum: Niklas Thomsen, Bartal Wardum, Johan Gejel Hansen, Gestur Bogason Dam, Gunnar Vatnhamar, Tórur Justesen, Karstin Højgaard