U21 venjarin: Vit skulu markera okkum

? Vit skulu hava okkurt stig á heimavølli, sigur Heðin Askham, venjari hjá U21 fótbóltslandsliðnum, sum í kvøld spælir ímóti Rumenia í Havn. Rás2 sigur frá dystinum Nú fyrsti dysturin í einari nýggjari EM-undankapping verður spældur, er tað við bjartskygni og góðum vónum, at U21-landsliðið fer í holt við uppgávuna.

Og liðið hevur kanska lagt eitt sindur av trýsti á seg sjálvt, tí tað hilnaðist so væl í síðstu kappingini, har tað bleiv til fýra stig og eitt pláss, sum ikki var tað aftasta.

Heldur ikki ræðir tað venjarar og spælarar, at hesin fyrsti dysturin verður spældur ímóti Rumenia, sum saman við Russlandi verður mett sum favorittur í bólkinum.

? Vit hava hugt at dystinum millum Rumenia og Andorra, og har síggja vit, at rumenar eru spæla góðan, tekniskan fótbólt. Men tað undrar okkum, at teir satsa so nógv upp á langar bóltar og at teir leggja stóran dent á álopsspælið mitt fyri, sjálvt um teir hava øgiliga góðar menn úti í síðunum, sigur annar av U21-venjarunum, Heðin Askham.

Hann og Bill McLeod Jacobsen eru sera spentir at síggja, hvat teir nógvu nýggju menninir í U21-hópinum kunnu avrika, og hóast stór útskifting hevur verið síðani síðstu undankapping, halda teir seg hava góða manning.

? Rumenia og Russland eru nógv tey bestu liðini í okkara bólki, men kortini hava vit sett okkum fyri, at vit skulu betra okkum, sammett við síðstu kapping. Tí er umráðandi fyri okkum, at vit fáa okkurt stig á heimavølli. Tað er her, at vit skulu markera okkum, sigur hann.

Rás2 útvarpar dystin, sum verður spældur á Ovara vølli í Gundadali. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá.