Sambært Uefa er Fifa “farið um eina reyða linju”, og avgerðin er bæði “óhoyrd, óskiljandi og óforsvarlig”. Uefa heldur, at hetta setir bæði integritetin í kappingini og trúvirðið hjá HM í vanda.
Balogun fekk reytt kort í 2-0-sigrinum hjá USA móti Bosnia-Hersigovina í áttandapartsfinaluni og skuldi tí sjálvvirkandi sita uttanfyri í fjórðingsfinaluni móti Belgia. Men sunnudagin boðaði Fifa frá, at karantenan er útsett og treytað í eitt ár.
Uefa vísir á, at sjálvvirkandi karantena eftir reytt kort ikki kann gerast til undantak mitt undir einari kapping, serliga tá aðrir spælarar hava sitið sínar karantenur eftir somu reglum.
Stjórin í Danska Fótbóltssambandinum, Erik Brøgger, tekur undir við atfinningunum.
– Um ivi stendst um, hvørt reglurnar verða handhevdar eins fyri øll, er tað vandamikið fyri trúvirðið hjá fótbóltinum, sigur hann við DR Sporten og TV 2 Sport.
Belgiska fótbóltssambandið hevur eisini mótmælt avgerðini og hevur fingið loyvi at leggja sítt sjónarmið fram fyri einum limi í aganevndini hjá Fifa. Tað hendir tó bert fáar tímar undan fjórðingsfinaluni móti USA.
Fleiri altjóða miðlar hava samstundis skrivað, at amerikanski forsetin, Donald Trump, skal hava ringt til Fifa-forsetan Gianni Infantino fyri at fáa karantenuna hjá Balogun strikaða. Tað er tó ikki váttað av Fifa.











