Eitt ferðafólkaflogfar við 214 fólkum umborð noyddist seinnapartin í dag at neyðlenda í Torp Lufthavn í Sandefjord í Noregi.
Sambært løgregluni var orsøkin, at roykur var í flogfarinum.
- Flogvøllurin var stongdur, meðan flogfarið lendi, og lendingin gekk uttan trupulleikar.
Tað sigur átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Marius Daffinrud Fosvold.
Norska tv2.no veit frá samskiftisfólkinum í lufthavnini, Tine Kleive-Mathisen, at siga, at roykurin í flogfarinum stavaði frá einari iPhone.
Hon sigur, at flogvøllurin var stongdur í einar 15 minuttir, men læt uppaftur, eftir at ferðafólkaflogfarið hevði lent í øllum góðum.
- Øll ferðafólkini eru leysgivin, og eingin hevur fingið skaða, leggur samskiftisfólkið, Tine Kleive-Mathisen, hjá Torp Lufthavn aftrat.











