Tøknirisin, Microsoft, hevur í dag kunngjørt, at fyritøkan fer at minka um talið av starvsfólki við 4800.
Hetta svarar til næstan 2,1 prosent av samlaða starvsfólkatalinum hjá fyritøkuni.
Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindini seinnapartin í dag, er Reuters.
Niðurskurðurin í talinum av arbeiðsfólki kemur í kjalarvørrinum av einari skipan, har fólk sjálvboðin vilja gevast í fyritøkuni.
Sambært Microsoft verður tað ikki vitlíki, sum kemur ístaðin fyri starvsfólkini, sum fara úr starvi hjá tøknirisanum.











