Tær eru livandi dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá forvitni, eldhugi og røttu møguleikarnir møtast, og longu nú hava tær fingið fyrispurningar um nýggjar veggjamálningar

– Tað var eitt kvøldið eftir, at Rakul og eg høvdu málað, at vit meldaðu okkum til eitt Street Art skeið

Sanna og Rakul mála býin reyðan

Hevur tú ein vegg, sum kundi hugsað sær eitt sindur meira lív, eitt sindur meira lit ella eina søgu, so er bara at siga til. Sanna Dulavík og Rakul Poulsen altíð klárar til nýggjar avbjóðingar

Tær eru livandi dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá forvitni, eldhugi og røttu møguleikarnir møtast, og longu nú hava tær fingið fyrispurningar um nýggjar veggjamálningar

– Tað var eitt kvøldið eftir, at Rakul og eg høvdu málað, at vit meldaðu okkum til eitt Street Art skeið

Nógv fólk steðga upp í miðbýnum í Havn um dagarnar. Summi taka eina mynd. Onnur steðga bara eina løtu og hyggja, meðan litirnir spakuliga leggja seg á veggin.

 

Tí, mitt í býnum í Havn verða keðiligar træplátur gandaðar til vøkur listaverk. Aftanfyri penslarnar standa tvær kvinnur, sum stuttsíðani vóru rímiliga ókendar í føroyska listaheiminum.

 

Men, nú byrja fleiri og fleiri at fáa eyguni upp fyri, hvørjar Sanna Dulavík og Rakul Poulsen eru.

 

Sanna hevur altíð teknað og málað. Men, tankin um veggjamálningar byrjaði av álvara eitt kvøldið, tá hon og vinkonan, Rakul, sótu og málaðu saman.

 

– Tað var eitt kvøldið eftir, at Rakul og eg høvdu málað, at vit meldaðu okkum til eitt Street Art skeið, har vit lærdu at brúka doodle metoduna til at yvirføra skitsur á veggir, sigur Sanna.

 

Fyri ta tíð hevði hon málað nakrar veggir heima hjá sær sjálvari og hjá familju, men tað var meir einfalt.

 

Og nú stendur hon mitt í Havn og ger veggjamálning nummar tvey.

 

Fyri tveimum vikum síðan hevði Sanna sína premieru í almenna rúminum, og tað var nakað heilt serligt.

 

– Tað var super stuttligt at mála á eitt so stórt øki, og tað at mála úti er eisini mega feitt, tí tú kemur í samband við so nógv fólk.

 

Tað eru ikki bara veggirnir, sum broytast. Samrøðurnar koma eisini av sær sjálvum. Fólk steðga upp, spyrja spurningar og fylgja við, meðan myndin tekur skap.

 

– At mín list kann hanga úti í almenna rúminum og røkka út til nógv fleiri fólk, er heilt sikkurt eitt stórt pluss, sigur hon.

 

Beint við síðuna av Sannu stendur Rakul og arbeiðir við sínum fyrsta stóra veggjamálningi.

 

Og tað er ikki heilt tað sama sum eitt lørift inni í stovuni.

 

– Eg haldi, at hetta er bæði stuttligt og læruríkt. Hetta er nógv øðrvísi enn at mála á lørift. Bæði umhvørvið, tað at arbeiða úti millum fólk og sjálv støddin, sigur Rakul.

 

Tá hon verður spurd, um hon hevði sæð hetta fyri sær fyri einum ári síðani, er hon skjót at svara.

 

– Ja, tað hevði eg nokk. Mær dámar væl at vera kreativ. Serliga at hekla og at mála havi eg fingist nógv við seinastu árini.

 

Og nú stendur hon her. Mitt í Havn. Við penslinum í hondini.

 

Ein av teimum, sum hevur havt stóra ávirkan á tær báðar, er italski veggjamálarin, Edoardo Ettorre, sum fyrr í ár hevði verkstovu á Eiði í sambandi við We Need Art.

 

Og júst tað er ein týðandi partur av hugsjónini hjá We Need Art.

 

Tá altjóða listafólk koma til Føroya, roynir We Need Art fáa listafólkini at læra frá sær og geva síni royndir víðari til føroysk listafólk.

 

– Vit lærdu at brúka doodle metoduna til at flyta eina skitsu upp á ein vegg ella eitt stórt lørift. Áðrenn brúkti eg projektara, og tað riggar fínt til smærri verk, men tá veggirnir blíva størri, so ber rað ikki altíð til, sigur Rakul.

 

– Tá er doodle metodan perfekt og sera løtt at brúka.

 

Men, tað vóru ikki bara nýggir teknikkir, tær fingu við sær heim.

 

##med2##

 

– Vit lærdu eisini eitt sindur um kontrastir og um at hugsa øðrvísi, tá arbeiðið verður størri. Tá krevjast størri penslar, og mann sleppur eisini undan at hanga í teimum heilt smáu detaljunum, sum mann ofta ger á einum minni lørifti.

 

Verkstovurnar snúgva seg ikki bara um at læra nýggjar teknikkir. Tær geva eisini luttakarunum møguleika at byggja eitt netverk og fáa innlit í, hvussu ein altjóða karriera innan veggjalist kann síggja út.

 

Tað eru serliga tey yngru føroysku listafólkini, sum hava tikið verkstovurnar til sín og sæð tær sum ein møguleika at menna sínar førleikar, víðka sítt netverk og fáa innlit í, hvussu ein altjóða karriera innan veggjalist kann síggja út.

 

Sanna og Rakul eru í dag livandi dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá forvitni, eldhugi og røttu møguleikarnir møtast.

 

Longu nú hava tær báðar fingið fyrispurningar um nýggjar veggjamálningar.

 

Og hevur tú ein vegg, sum kundi hugsað sær eitt sindur meira lív, eitt sindur meira lit ella eina søgu, so er bara at siga til.

 

Sanna Dulavík og Rakul Poulsen altíð klárar til nýggjar avbjóðingar.

 

##med3##

 

Tær eru livandi dømi um, hvat kann koma burtur úr, tá forvitni, eldhugi og røttu møguleikarnir møtast, og longu nú hava tær fingið fyrispurningar um nýggjar veggjamálningar

– Tað var eitt kvøldið eftir, at Rakul og eg høvdu málað, at vit meldaðu okkum til eitt Street Art skeið