Uganda tosar aftur um Sivic

Nú røkist aftur fyri, at Tomislav Sivic fær kjansin sum landsliðsvenjari hjá Uganda

Fyri tveimum árum síðani hildu tey flestu, at fyrrverandi VB-, B36- og KÍ-venjarin, Tomislav Sivic, skuldi venja Uganda. Ta ferðina dróg Sivic sjálvur tó í land, tí hann ikki helt fótbóltssambandið í Uganda halda tað, sum varð lovað. Nú er Sivic tó aftur upp á tal sum landsliðsvenjari. Laszlo Csaba, sum hevur verið venjari, er farin í annað starv, og í lokalu miðlunum verður sagt, at talan nú er um kapprenning millum Tomislav Sivic og landsmann hansara Micho Sredojevic.

Tomislav Sivic var í fjør ávegis til VB/Sumba, men sjúka í familjuni gjørdi tó, at hann valdi at vera heima hjá foreldrunum eina tíð.