Ukrainski herurin hevur aftur lopið á eitt russiskt oljureinsiverk - hesaferð við rakettum.
Tað upplýsir ukrainski herurin.
Í einum boðum á Telegram siga ukrainar, at álopið elvdi til fleiri spreingingar við Novosjakhtinsk-oljureinsiverkið í Rostov-fylkinum.
Sagt verður, at evropeiskar rakettir av slagnum, Storm Shadow, vórðu brúktar í ukrainska álopinum.
Verjumálaráðið í Russlandi sigur í dag, at russiski herurin hevur tikið ræðið yvir ukrainsku bygdini, Svjato-Pokrovske í Donetsk, har eysturi í Ukraina.
Myndugleikarnir í russiska býnum, Temrjuk í Krasnodar-fylkinum, siga, at eitt ukrainskt dronuálop setti eld á petroleumstangar í økinum.
- Álopini í Russlandi og í Ukraina eru ikki váttað av óheftum keldum, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.
Reuters veit í dag at siga, at ukrainski herurin hevur brúkt langtrøkkandi dronur til álop á russisk orkuverk í býunum, Temrjuk og Orenburg.
- Orenburg liggur einar 1000 kilometrar úr ukrainska markinum, leggur Reuters aftrat.










