Ráðið heldur, at tað verður gjørt sum páskot og sagt hernaðarligar venjingar, men at serligar herdeildir eru millum herfólkið við norðara markið.
Tað stendur í eini fráboðan sambært Reuters.
Sambært ráðnum fevnir útgerðin millum annað um stríðsvognar, skotvápn og loftverjuskipanir í Gomel-økinum nærhendis norðara markinum hjá Ukraina.
- Vit ávara hvítarussisk embætisfólk um ikki at gera syrgilig mistøk fyri sítt land undir trýsti frá Moskva, skrivar ráðið sambært AFP.
Eisini verður heitt á "vápnaðu herdeildirnar um at steðga óvinarligum gerðum".
- Vit leggja dent á, at Ukraina ongantíð hevur framt og fer ikki at fremja nakrar óvinarligar atgerðir móti hvítarussiska fólkinum, leggur uttanríkisráðið aftrat.
Hetta skrivar AFP.
Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, verður mettur at vera millum nærmastu sameindu hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.
Í síðstu viku segði Lukasjenko, at næstan ein triðingur av hvítarussiska herinum er settur við markið til Ukraina.
Hetta skrivar hvítarussiska tíðindastovan Belta.
Forsetin sigur, at hvítarussiska herdeildin er eitt svar uppá, at Ukraina sendir yvir 120.000 hermenn út á markið. Tað er ein pástandur, sum hann hevur prógvað.
Lukasjenko, sum loyvdi Russlandi at leypa á Ukraina úr Suðurhvítarusslandi í 2022, hevur áður sagt, at ukrainsku herdeildirnar kunnu vera eitt tekin um, at Ukraina ætlar at leypa álop. Tað er eisini ein pástandur, sum hann ikki hevur megnað at grundgevið fyri.
/ritzau/Reuters