Íslendingar blivu ov stuttir í HM-undanbólki D.
Í finaluni um annað plássið móti Ukraina á uttanveltaðu vølli í Varsjava megnaði Ísland ikki at fáa neyðuga javnleikin ella sigurin, ið hevði tryggjað teimum annað plássið í bólkinum.
Við javnleiki høvdu bæði liðini havt átta stig, og tá hevði Ísland havt betri málmun.
Ukraina vann dystin 2-0. Málini vóru skotin móti dystarenda. Ukraina hevði væl fleiri royndir, og hagtølini: royndir innanfyri málrammurnar søgdu 6-2 til Ukraina.
Stóri skaðin hjá Íslandi var heldur, at teir taptu 3-5 fyri Ukraina á heimavølli í Reykjavík. Høvdu teir fingið stig tá vóru teir næstfremst í bólkinum nú.
Frakland rundaði undankappingina við at vinna 3-1 á útivølli á Aserbadjan.
Frakland endaði fremst í bólkinum við 16 stigum. Ukraina er næstfremst við 10 stigum, og Ísland er nummar trý við átta stigum. Aserbadjan endaði aftast við einum stigi.
Ukraina-Ísland 2-0 (0-0)
1-0 Oleksandr Zubkov ('83 )
2-0 Oleksii Hutsuliak ('93 )
Aserbadjan-Frakland 1-3 (1-3)
1-0 Renat Dadaşov (´4 )
1-1 Jean-Philippe Mateta (´17 )
1-2 Maghnes Akliouche (´30 )
1-3 sjálvmál (´45 )











