Ukrainski herurin sigur, at tey hava skotið niður trý russisk jagarabumbuflogfør í syðra partinum av landinum.
Flogovastin Mykola Olesjtjuk, sigur í einum boðum, at flogførini, sum eru av slagnum Su-34, vórðu skotin niður um middagsleitið fríggjadagin.
Í boðunum sigur Olesjtjuk, at tað vórðu funnin eini boð í einum niðurskotnari russiskari dronu, har tað stóð: »Doyggið, kellingar«.
– Gótt hugskot! Her er svar okkara, skrivar hann á Telegram.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkar í dagligu videorøðu síni teimum hermonnum, sum skutu russisku stríðsflogførini niður yvir Kherson-landslutinum.
– Tað er loftverja okkara, sum hevur heiðurin av hesi beinleiðis gerð hjá missilbrigaduni í Odesa. Takk skulu tit hava, dreingi!, sigur forsetin.
– Og mugu allir russiskir flogskiparar vera greiðir yvir svar okkara til allar russiskar drápsmenn – eingin tykkara sleppur órevsaður.
Russiska stjórnin hevur ikki viðmerkt pástandirnar úr Ukraina, men russiski hernaðarbloggarin Fighterbomber skrivar, at tað hava verið russisk tap, og at tað sannlíkt er vegna ukrainsku loftverjuna.
Ein annar hernaðarbloggari lýsir eisini »tap millum SU-34-flogførini«, sum helst brúkast til at tveita bumbur á ukrainska víggirðing við brúgvarsporð í Krynky á eystara áarbakka við ánna Dnepr, har russar hava valdið.
Zelenskyj sigur eisini, at hann hevur tosað við hollendska forsætisráðharran, Mark Rutte, um veiting av F-16-flogførum til Ukraina eins og góðkenningina av einum nýggjum 50 milliarda evru hjálparpakka til Ukraina.
Tað svarar til umleið 373 milliardir krónur.
Holland boðaði í gjár frá, at tey eru við at gera klárt til at lata 18 av teimum amerikanskt framleiddu F-16-flogførunum, sum vóru latin Ukraina.
Tað er í eini tíð, har ukrainska stjórnin er undir trýsti á øllum mótum.
Eftir amerikanska góðkenning kunngjørdu Danmark og Holland í august, at tey fóru at lata Ukraina upp til 61 F-16-flogfør, so skjótt sum ukrainskir flogskipaðir vóru skúlaðir til tess.
/ritzau/AFP