Í nátt hevur ukrainski herurin oyðilagt eina dronuverksmiðju í russiska býnum, Taganrog.
Á Telegram skrivar ukrainski herurin, at oyðileggingin av verksmiðjuni fer at minka um dronuframleiðsluna hjá fíggindanum.
- Hetta fer eisini at minka um møguleikarnar hjá russiska herinum at fremja álop móti sivilum málum í Ukraina, verður lagt aftrat.
Russland hevur, síðan landið leyp á Ukraina í februar í 2022, sent nógvar hundrað dronur móti grannalandinum næstan hvørja nátt.
Á hinari síðuni leypir Ukraina á mál í Russlandi, sum í nátt, tá russiska dronuverksmiðjan sambært ukrainska herinum varð oyðiløgd.
Friðarroyndirnar, sum USA hevur staðið á odda fyri millum Ukraina og Russland, eru í løtuni í bíðistøðu, nú USA er í kríggi við Iran.










