- Vit kundu ímyndað okkum, at servandir ukrainskir hermenn eru í russiskum øki, sum senda dronur avstað, men eg trúgvi ikki, at hetta er realistiskt í so stóran mun, sigur Geir Hågen Karlsen.

Ukrainar hava verið sera nýhugsandi í krígnum

- At russar ikki vita, hvaðani ukrainsku dronurnar vera sendar - antin úr Ukraina ella Russlandi - skapar órógv í Russlandi, sigur norskur obertsloytnantur.

- Vit kundu ímyndað okkum, at servandir ukrainskir hermenn eru í russiskum øki, sum senda dronur avstað, men eg trúgvi ikki, at hetta er realistiskt í so stóran mun, sigur Geir Hågen Karlsen.

Fríggjakvøldið varð aftur roynt við sjódronur at leypa á týdningarmiklu, Krim-búnna, sum gongur av hálvoynni og inn á russiska meginlandið. Hetta er ein brúgv, sum er fleiri kilometrar long, og sum russar bygdu, eftir at Russland hevði tikið Krim frá Ukraina í 2014.

 

Russiskir miðlar skriva, at fleiri vatndronur bæði fríggjadagin og síðstu nátt royndu at leypa á Krim-brúnna, sum sambært Telegram-rásini Shot noyddist at lata aftur fyri ferðslu.

 

Fyrr í hesi vikuni vórðu ein røð av støðum í Russlandi álopin við dronum úr luftini, eitt nú flogvøllurin í Pskov heilt har vesturi í Russlandi, sum liggur heilar 700 kilometrar úr ukrainska markinum. Í álopinum vórðu fýra hernaðarlig flutningsflogfør rakt og oyðiløgd.

 

Russiska tíðindastovan Ria endurgevur í dag russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri at siga, at Russland noyðist at úbúgva eina miljón dronu-serfrøðingar innan 2030. Ráðgevin hjá ukrainska forsetanum, sum kallast Mykhailo Podolyak, sigur í dag, at tað fara at koma enn fleiri dronuálop á Russland.

 

Hernaðarligi fregnartænastuleiðarin i Ukraina, Kyrylo Budanov, sigur sambært Kyiv Post, at Ukraina hevur "operatørar", sum senda dronur avstað úr russiskum landaøki, men forsetin í Ukraina viðgongur ikki, at so er.

 

Volodymyr Zelenskyj er heldur komin við ábendingum á boðtænastuni Telegram um, at talan er um langtberandi ukrainskar dronur, sum verða sendar avstað úr Ukraina.

 

Geir Hågen Karlsen, obertsloytnantur og høvuðslærari við Forsvarets Høgskole í Noregi, sigur seg eisini ivast í, um dronurnar, sum talan hevur verið um, veruliga verða sendar av russiskari jørð.

 

- Vit kundu ímyndað okkum, at tað eru servandir ukrainskir hermenn, sum eru í russiskum øki, men eg trúgvi ikki, at hetta er realistiskt yvir eina longri tíð - og í so stóran mun, sum vit hava sæð. Hetta hevði helst sett teir í ein ov stóran vanda.

 

Hann heldur tó, at tá einki er 100 prosent, skapar hetta órógv og ótryggleika millum russar.

 

Obertsloytnanturin vísir á, at Ukraina hevur dronur, sum eru rættiliga langtberandi, og tær kunnu saktans bera heilt til býin, Pskov, sum liggur einar 700 kilometrar úr ukrainska markinum.

 

##med2##

 

- Ukrainar hava leingi havt eina umfatandi dronu-skrá, har teir alla tíðina hava ment nýggjar dronur. Haraftrat kemur, at ukrainar hava verið sera nýhugsandi í øllum krígnum, síðan Russland leyp á.

 

Geir Hågen Karlsen nevnir serliga tvey sløg av dronum hjá ukrainum. Onnur røkkur 800 kilometrar og kann bera 20 kilo av spreingievni, og hin røkkur heilar 1000 kilometrar, og tað er nóg langt til at røkka øllum teimum málum, sum ukraina hevur søkt at seinastu vikuna.

 

- Tað kann eisini vera, at ukrainar hava ment dronur, sum vit ikki vita um. Tað er øll orsøk at halda, at Ukraina hevur orku til at fremja tey álop, sum hava verið seinastu tíðina - og úr egnum landaøki, sigur norski obertsloytnanturin.

 

 

 

- Vit kundu ímyndað okkum, at servandir ukrainskir hermenn eru í russiskum øki, sum senda dronur avstað, men eg trúgvi ikki, at hetta er realistiskt í so stóran mun, sigur Geir Hågen Karlsen.

Í álopinum á Pskov-flogvøllin vórðu fýra hernaðarlig flutningsflogfør hjá russum oyðiløgd.