- Partar av ukrainsku samráðingarnevndini eru longu á veg til USA, og vit vænta, at tað verður ein fundur leygardagin.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í sínari dagligu video-talu í kvøld.
Samrøðurnar um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina hava verið í bíðistøðu, síðan USA leyp á Iran hin 28. februar.
- Steðgur hevur verið í samrøðunum, sigur ukrainski forsetin.
Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at Ukraina fer at gera alt, sum gerast kann fyri, at samrøðurnar í USA veruliga gerast gagnligar.











