Ulf flýddi undan nazismuni

Sum nýklaktur studentur í Norðurtýsklandi flýddi hann undan leivdum nazismunnar. Burtur frá týskum trongskygni og út til størri frælsi. Í 1974 gjørdust Føroyar hansara heim, og í samrøðu við Sosialin hugleiðir týski málsnillingurin Ulf Timmermann m.a. um ágangandi 68-ættarliðið í Hoydølum, einum serføroyskum stórabeiggja-kompleksi, sínum heldur øðrvísi áhuga fyri navnafrøði og um avleiðingarnar av Seinna veraldarbardaga

Í 1959 valdi ein 18 ára gamal týskur drongur at fara til Føroya at vitja í summarfrítíðini. Avgerðin um at fara til Føroya í nakrar vikur skyldaðist hansara stóra áhuga fyri smærri oyggjum og oyggjabólkum. Einsamallur fór hann umborð á Tjaldri og legði avstað norðureftir til lítlu Føroyar, sum hann lítið og einki visti um frammanundan. Sigurd Simonsen, táverandi leiðari á Kunningarstovuni, beindi fremmanda unglingan í fyrsta umfari til Mykinesar.
 
Ófriðarlig hippie-tíð
Lítið varnaðist ungi týskarin afturi í 1959, at ferð hansara til fjarskotnu oyggjarnar var byrjanin til eina gongd, sum skuldi koma at mynda og broyta hansara lív. Drongurin æt Ulf Timmermann, og í dag, 46 ár eftir hansara fyrstu ferð í Norðuratlantshavi, hevur hann búð í Føroyum í 31 ár og er vorðin ein sonn legenda fyri allar teir túsundtals næmingar, sum hann hevur undirvíst í latíni og týskum á Studentaskúlanum í Hoydølum.
- Sjálvur eri eg uppvaksin á eini lítlari oyggj í Norðsjónum við navninum Föhr 20 kilometrar sunnanfyri danska markið, sum er eitt sindur minni enn Sandoyggin. Haðani stavaði mín áhugi fyri oyggjasamfeløgum. Á mínum túri í 1959 hitti eg ein mann við navninum Christian Haraldsen, sum tá var lærari í týskum í Hoydølum, og vit fingu beinanvegin gott samband við hvønn annan. Vit hildu sambandið við líka eftir mína fyrstu ferð í Føroyum, og eg vitjaði aftur í sekstiárunum. Í 1974, beint áðrenn hann skuldi fara frá fyri aldur, spurdi hann meg, um eg var sinnaður at koma at undirvísa eini tvey ár í týskum í Hoydølum. Eg, sum tá var giftur til Svøríkis og hevði undirvíst á miðnámsskúlum har, segði ja til tilboðið, og hetta var so byrjanin til mítt lív í Føroyum, greiðir 64 ára gamli Ulf Timmermann frá, tá vit hitta hann í heimi hansara í Eysturbýnum í Havn.
Ulf sigur, at tey seinast í sjeytiárunum keyptu húsini hjá hesum sama Christiani Haraldsen, og síðani tá hava tey havt tað somikið gott í Føroyum, at hetta eftir øllum at døma gjørdist teirra endastatión. Men hvussu var tað so at koma til Føroya og niðan á Studentaskúlan í Hoydølum miðskeiðis í sjeytiárunum?
                      - 70´ini var eitt sera óróligt tíðarskeið. Uppreistrarsinnaða 68-ættarliðið var í hæddini. Stemningurin kundi mangan vera ágangandi, og við tað at eg var føddur afturi í 1941, var eg tá vaksin frá hesum ráki. Eg minnist serliga, tá kinesiski leiðarin Mao Zedong doyði í 1976, júst meðan eg tók pedagogikum á miðnámsskúla niðri í Roskilde. Allur skúlin, bæði lærarar og næmingar, savnaðust og høvdu minningarhald um hendan hópdrápsmannin. Í dag er hetta jú langt úti at hugsa sær, minnist Ulf Timmermann aftur. Hann leggur afturat, at málstríðið í Hoydølum eisini liggur frammarlaga í hansara minni. Hetta snúði seg um, at næmingar mótmæltu, at próvtøkurnar gingu fyri seg á donskum.
                      Men stóð Ulf Timmermann so í andsøgn til ágangandi 68´ararnar?
                      - Nei. Eg havi ongantíð verið politiskt engageraður og taki sum heild frástøðu frá øllum politiskum slagorðum. Eg meti, at menniskju, sum gerast virkin á politiska økinum ella geva til kennar sínar politisku sannføringar, missa á ein ella annan hátt sítt frælsi. Tey verða beinanvegin bólkaði og ákærd fyri at renna politisk ørindi, hvørjaferð tey úttala seg, og tí havi eg hildið meg burtur frá hesum, sigur Ulf.
                      - So alt í alt var talan um eina ófriðarliga tíð, minnist Ulf aftur.
 
Doktari í navnafrøði
Hóast ein á dialektini væl hoyrir, at Ulf er útlendingur, gerst tú skjótt varur við, at maðurin ikki ger eitt einasta málsligt mistak, meðan hann tosar. Áhugin hjá Ulf Timmermann hevur eisini verið á málsliga økinum, og hetta sæst aftur í akademisku yrkisleið hansara. Hann hevur lisið latín, grikskt og germansk mál við universitetinum í Keypmannahavn, Lund og Uppsala í Svøríki, og hevur hann latín og týskt sum høvuðsfak frá Uppsala. Í 1998 gjørdist hann doktari í Keypmannahavn, við einari dr. phil. ritgerð, sum snúði seg um eitt so óvanligt evni sum norðurlendsk fólkanøvn á frísiskum øki. Sambært Ulf var orsøkin til hetta ein stórur áhugi fyri navnafrøðini.
                      Í løtuni er málsnillingurin í gongd við eina føroysk-týska orðabók, og verður hetta tann fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Við góðari hjálp frá Jóan Hendriki Winther Poulsen og Hanusi Samuelsen situr Ulf dagliga og arbeiðir, og handritið til nýggju orðabókina skal eftir ætlan latast Mentamálaráðnum um nýggjársskiftið.
                      - Um peningur er tøkur, vóni eg, at orðabókin kemur út um eitt ár ella so, sigur Ulf Timmermann um hansara núverandi verkætlan, sum hevur havt við sær, at hann ikki hevur undirvíst á Studentaskúlanum seinasta árið, men fingið stuðul frá landinum fyri sítt arbeiði við orðabókini.
                      Umframt sítt lærarastarv, sína doktararitgerð og sína orðabók luttekur Ulf javnan við greinum í útlendskum akademiskum tíðarritum. Hann greiðir frá, at hann millum ár og dag hevur skrivað nógvar greinar um mál og navnafrøði til útlendsk tíðarrit, og skrivingin við síðuna av arbeiðinum hevur verið eitt ítriv, honum hevur dámt sera væl.
 
Stórabeiggja-kompleksið?
Eftir 31 ár í Føroyum skuldi Ulf Timmermann havt fortreytir fyri at úttala seg um føroyska samfelagið, og spurdur, hvørji høvuðseyðkenni hann hevur varnast gjøgnum árini í Føroyum, dregur Ulf ymisk føroysk lyndiseyðkenni fram.
                      - Føroyingar elska at hoyra onnur rósa teimum. Sum útlendingur verði eg ferð eftir ferð spurdur, um tað ikki er gott at vera í Føroyum, og tað er eins og fólk beinleiðis fiska eftir rósi frá teimum útlendingum, sum koma hendavegin. Fatan mín er, at hetta lyndið møguliga kemst av einum gomlum stórabeiggja-kompleksi, sum føroyingar hava yvirfyri Danmark, sigur Ulf Timmermann við einum skeivum smíli. Men so gerst hann aftur meiri álvarsamur.
                      - Eitt annað eyðkenni føroyinga er, hvussu stóran leiklut familjan hevur í tykkara mentan og sosiala lívi, og hóast vit hava vinir her á landi og kenna nógv fólk, er tað skjótt at koma at standa eitt sindur uttanfyri, tá ein ikki hevur familju í landinum, sum støðan jú er hjá okkum. Hóast mong góð forhold við fleiri føroyingar er talan altíð um eitt mark fyri sosiala sambandinum, so leingi man ikki er í familju. Í Føroyum er familjan í fremstu røð, greiðir Ulf Timmermann frá. Hann leggur afturat, at júst hesin sentrali familjuleikluturin í føroyskari mentan er eisini at finna í ávísum økjum í Svøríki, haðani kona hansara er, men í t.d. Týsklandi hevur familjan als ikki sama sentrala leiklut.
                      - Og til seinast kann eg nevna, at føroyska samfelagið í ein mun er eyðkent av løtuvinningum. Føroyski mentaliteturin ber í ein mun brá av løtuvinningum fram um langsiktaðar vinningar. Hetta stuttskygni er eftir mínum tykki t.d. sjónligt í politikki og vinnulívinum, metir Ulf Timmermann.
 
Nazitýskland
At verða føddur í Týsklandi í 1941 er í sær sjálvum nakað, sum fær tey flestu at rakna við. Annar Veraldarbardagi var júst brostin á, tá Ulf varð borin í heim í Norðurtýsklandi, og Ulf er ikki bangin fyri at siga, at kríggið hevur havt stóra ávirkan á hansara nationala samleika. Hóast hann hevur livað í Føroyum seinastu 31 árini, hevur hann fylgt væl við gongdini í týska samfelagnum, men hann undirstrikar samstundis, at hansara tjóðskaparkensla ikki hevur nógv rúm.
                      - Men hóast mín samleiki sum týskari ikki er serliga sterkur, havi eg ein sterkan regionalan samleika, sigur Ulf og sipar til barnaárini og heimstaðin í lokalsamfelagnum í Norðsjónum.
Ulf Timmermann sigur seg minnast endan á krígnum, og árini eftir kríggið standa sterk í minninum. Spurdur, hvat forhold hann í dag hevur til Seinna Veraldarbardaga, nazismuna og Adolf Hitler, fer Ulf Timmermann í holt við at greiða frá, hvussu hann hevur upplivað hendan søguliga sorgarleik.
                      - Hóast kríggið endaði í 1945, hildu tey somu fólkini í stóran mun fram í teimum somu sessunum, sum tey høvdu sitið á undir krígnum. Útskiftingin var ikki so stór, og tí var nazisman als ikki deyð í Týsklandi, hóast stóra fallið var farið fram. Eg upplivdi tí leivdirnar av krígnum gjøgnum øll skúlaárini í Týsklandi, og upp ígjøgnum fólka- og studentaskúlaárini vóru t.d. lærarar, sum framvegis hildu fast um nationalsosialistisku hugsjónina. Hetta var ein óbehagilig tíð, greiðir ein opinskáraður Ulf Timmermann frá.
Lívið í Týsklandi eftir kríggið var á henda hátt sera nógv ávirkað av tíðarskeiðnum undir Adolfi Hitler, og hetta var ein av orsøkunum til, at hann fór til Keypmannahavnar at lesa eftir lokið studentsprógv. Ungi maðurin vildi burtur frá týskum trongskygni og út til meiri frælsi, sum hann sjálvur tekur til. Men hvønn leiklut høvdu foreldur hansara undir krígnum?
                      - Sum ungur var pápi sum so nógv onnur hugtikin av Hitler. Hann var sivilverkfrøðingur og arbeiddi á týskum skipasmiðjum, sum bygdu herskip, so orsakað av sínum arbeiði hevði ein ítøkiligan leiklut undir krígnum. Mamma var harafturímóti meiri skeptisk. Hennara stóra ynski var at fáa eina universitetsútbúgving, men undir krígnum vóru tað bert limir í nazistaflokkinum, sum fingu peningaligan stuðul. Hóast hennara stóra dreym um universitetið var mamma so mikið prinsippføst, at hon noktaði at melda seg inn í nazistaflokkin, og tí fekk hon ongantíð sítt ynski uppfylt og var heimagangandi húsmóðir alt sítt lív, sigur Ulf Timmermannm.
                      Móðir Ulf livir framvegis, og í mai mánaði í ár fylti hon 90 ár. Undir føðingardegnum fór hon at tosa um farnar tíðir og nevndi, at hon einaferð, í 1935, sá Der Führer. Og Ulf greiðir frá, at tað, sum stóð mammuni fremst í huganum, var, hvussu fantastiska bergtakandi eygu Hitlers vóru.
- Men sannleikin er, at hvørki mamma, pápi ella størsti parturin av týska fólkinum í 1930´unum vóru greið yvir, hvat í veruleikanum ætlað var. Hitler tosaði um at endurreisa Týskland og fyrst og fremst koma Versailles-sáttmálanum til lívs, sum líka síðani Fyrra Veraldarbardaga hevði avmarkað rættindini hjá týsku tjóðini. Adolf Hitler vildi koma stóra týska arbeiðsloysinum til lívs og endurreisa búskapin, og tá hann við stórari succés fekk vent búskaparligu gongdini, kveikti hann eina vón og tendraði ein anda í fólkinum, sum gav honum møguleikan til at halda fram. Hitler hevði sum kunnugt fantastisk evni at forføra, og størsti parturin av týska fólkinum visti einki ítøkiligt um jødatýning, Holocaust og Auschwitz, sigur Ulf Timmermann.
Hann leggur afturat, at týska fólkið í veruleikanum varð í trimum bólkum undir Hitler: ein lítil minniluti, sum gjørdi mótstøðu. Ein sera stórur líkasælur miðalbólkur, og til seinast ein minniluti, sum av øllum alvi aktivt stuðlaði Hitler-stjórnini.
- Sorgarleikurin er, at tann stóri miðalbólkurin, sum í veruleikanum var nógv tann størsti parturin av íbúgvunum í Týsklandi, atkvøddi fyri Hitler í 1933, sigur Ulf Timmermann afturlítandi.
                      Men tíðin lekir øll sár, og Ulf metir, at við tíðini er Annar Veraldarbardagi í størri mun vorðin ein søgulig hending heldur enn eitt persónligt trauma. Hann metir tað vera týdningarmikið fyri týska fólkið at fyrihalda seg opið til tað, sum hendi, tí mong hava lyndi til at gloyma, fortreingja og strika árini frá 1933-1945 úr heimssøguni.
                      - Men hinvegin eru onnur, sum bert tosa um árini millum 1933 og 1945, sum um øll heimssøgan er farin fram hesi 12 syrgiligu árini, og tað er at fara í hina grøvina, sum t.d. bretarnir eru herviligir til. Alt skal síggjast í eini heild, og vit skulu minnast til, at týska søgan er altso yvir 1100 ár, slær Ulf Timmermann fast.
 
Føroyar er heimið
Prátið er at enda komið, og Ulf bjóðar kurteisliga seinastu smákøkuna, áðrenn vit skiljast. Í einum seinasta spurningi um framtíðarætlanir hansara sigur Ulf:
- Okkum hevur dámt sera væl í Føroyum, annars høvdu vit jú ikki havt verið her øll hesi árini. Fyri meg hevur tað havt stóran týdning, at børnini hava fingi loyvi at vaksa upp í so tryggum og góðum umstøðum, og hóast tey nú øll fýra eru vaksin og fáa ella hava fingið sær útbúgving á universitetum uttanlanda, kundu eg og konan hesi árini á ongan hátt ynskt okkum aðrastaðni enn í Føroyum, sigur týski latínlærarin og navnafrøðingurin at enda.
  
CV
Ulf Arnold Timmermann
Føddur í 1941 í Kiel, Týskland
Uppvaksin á norðurfrísisku oynni Föhr
Studentur á Föhr í 1960
fil.kand. í Uppsala í Svøríki í 1966 í týskum og latíni
Studentaskúlalærari á svenskum miðnámsskúlum frá 1966-68
Ph.D.-lesandi í Uppsala frá 1968
Studentaskúlalærari í Hoydølum frá 1974
dr.phil. í Keypmannahavn í 1998
Giftur í 1972
Fýra børn í aldrinum frá 21-29 ár
 
Næstu ferð: Doru á Torvlaðnum