Um Annika vil fáa samkynd foreldur rættindi

Tað fer helst at standa á gomlum nøglum, tá Løgtingið seinni í heyst fer at atkvøða um uppskotið hjá landsstýrinum um foreldramyndugleika, sum ikki rúmar samkyndum foreldrum.

Greitt er, at samgongan ynskir ikki, at samkynd foreldur skulu hava rættindi sum hinskynd foreldur. Og tað er heldur ikki eitt mál hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, at geva teimum tað. Sum hon sigur, so virkar hon eftir tí, sum stendur í samgonguskjalinum, og har stendur, at øll børn hava rætt til mammu og pápa.

 

Sjálv sigur landsstýriskvinnan, at eftir hennara tykki, so er eitt hjúnalag bara í millum mann og kvinnu.

 

Johan Dahl hevur gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, um tað ikki verður broytt til eisini at rúma samkyndum foreldrum. Hann fer at taka undir við einum møguligum broytingaruppskoti, sum hugsandi kann koma frá andstøðuni.

 

Vit hava spurt Anniku Olsen, hvørja støðu hon fer at taka í hesum máli. Men hon vil ikki svara. Hon gjørdist heldur fámælt, og spurdi, um hon ikki kundi ringja aftur um 10 minuttir. Hetta var fríggjamorgunin. Hon ringdi ikki aftur, og hon tekur ikki telefonina, tá vit ringja. Vit skilja tað soleiðis, at hon smoyggir sær undan at svara – og tað kann vera tí, at hon fer at atkvøða ímóti sínum sannføring fyri at bjarga samgonguni.

 

##med2##

 

Annika Olsen er tann persónur í Føroyum, sum hevur gift flest samkynd. Í hennara borgarstjóratíð vóru í minsta lagi níggju samkynd pør vígd í ráðhúsinum í Havn, vísir uppgerð gjørd beint fyri býráðsvalið í november. Umframt tey níggju samkyndu hjúnaløgini hjá Anniku Olsen, so hevur Kristin Michelsen á Tvøroyri havt eina giftu, Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy havt eina giftu, og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, havt eina giftu.

 

Skal eitt broytingaruppskot frá andstøðuni um at fáa tey samkyndu foreldrini eisini fevnd av lógaruppskotinum hjá landsstýrinum, so skulu í minsta lagi tvær atkvøður til úr samgonguni.

 

Samgongan hevur 17 atkvøður. Andstøðan hevur 15 – og so hevur Kristin Michelsen eina. Hann atkvøður í øllum førum ikki saman við andstøðuni, um tað merkir, at samgongan kemur í vanda. So um Johan Dahl atkvøður við andstøðuni, so atkvøður Kristin Michelsen við samgonguni.

 

Burtursærð frá Johan Dahl og kanska eisini Anniku Olsen og Erhard Joensen, so tykist eingin vilji vera í samgonguni at geva samkydnum nøkur sum helst rættindi. Øll umboðini hjá Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru í tinginum í dag og sum sótu á tingi síðsta valskeið, atkvøddu ímóti at loyva samkyndum at giftast.

 

Um annaðhvørt Annika Olsen ella Erhard Joensen gera sum Johan Dahl, so vinnur andstøðan á samgonuni, samkynd fáa rættindi sum foreldur, og samgongan kemur í álvarsamar trupulleikar innanhýsis.

 

Meðan Annika Olsen ikki vil svara, so sigur Erhard Joensen, at »hetta smakkar honum illa«, men hann vil ikki viðmerkja eitt lógaruppskot, sum hann ikki hevur lisið.

 

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, hevur júst gift fyrsta samkynda parið í Føroyum, Richard McBride og Leslie Travers úr ávikavíst Norðurírlandi og Onglandi