Undan fyrstu boringini
Hesar seinastu tvær vikurnar hava fólk, sum hava eitthvørt tilknýti til komandi boring á landgrunninum vitjað umborð á boripallinum, sum skal bora fyri bæði Statoil og Amerada Hess. Millum teirra er Alex Buvik, sum er maðurin, ið kanska meira enn nakar hevur fingurin á pulsinum, nú trý útlendsk oljusamtøk skulu hava loyvi til at fara undir boring á landgrunninum. Hann hevur arbeitt hjá Oljumálastýrinum nú í nøkur ár. Undan tað hevur hann drúgvar royndir frá eitt nú arbeiði umborð á oljupallum í norskum øki.
Talan er um at kanna viðurskiftini umborð á pallinum, áðrenn hann í næstum kemur inn í føroyskan sjógv. Buvik sigur, at pallurin kann brúkast í føroyskum øki, tá nøkur viðurskifti umborð eru broytt. Hetta hevur Statoil sum operatørur fingið at vita og eru teir í løtuni í ferð við at gera hesar broytingar. Hetta er nakað, sum skal vera í lagi, áðrenn farið verður at bora her. Buvik heldur ikki, at hetta er nakar trupulleiki. Talan er um krøv, sum ikki verða sett í írskum øki. Sosialurin skilur, at hesar broytingar fara ikki at seinka komandi boring. Við hesum broytingum lýkur pallurin krøvini frá føroyskum myndugleikum.
Føroysku umboðini steðgaðu í 2 tímar umborð á pallinum. Talan er um tveir bólkar, sum vitja umborð. Hin vitjaði umborð mánadagin. Sjálvur hevur Buvik verið umborð á boripalli í mong ár, so hann kendi seg heima aftur, nú vitjað varð umborð á Sovereign Explorer.
Spurdur um føroyingar skulu kenna seg tryggar, nú farið verður undir at bora sigur Alex Buvik, at tá talan er um krøvini til umhvørvi, trygd, heilsu ol. so liggja Føroyar kanska fremst í verðini. Honum dámar væl føroysku lógirnar á hesum øki og er sjálvur fegin um at vera við í hesum arbeiði, sum nú tikist kunna byrja.
Eisini tilbúgvingin er um at vera klár. Tað verður ikki gamla Telegrafstøðin, sum fer at verða brúkt til leitingina frá byrjan. Tað verður Marinustøðin, sum fer at taka sær av hesum í eina tíð. So talan verður um eitt tætt samarbeiði millum V&B og Marinustøðina.
Bora á pappírinum
Hesa vikuna og í næstu viku verða so gjørdar seinastu fyrireikingarnar til komandi boring, sum nú er ásett til at verða umleið 1. juli. Boriliðið hjá Statoil, sum telur einir 12-14 fólk við Helge Håland, boristjóra á odda, hevði eina venjing á Hotel Føroyum í gjár, har ?borað varð á pappírinum?. Tvs. at ein boring varð gjøgnumgingin frá A til Z saman við veitarum o.ø. Í næstu viku verður so ein tilbúgvingarætlan roynd í praksis.
NSOAF fundur í Tórshavn
Sum ein liður í menningini av trygdini í frálandavinnuni hevur Oljumálastýrið síðan 1998 umboðað Føroyar í myndugleikafelagsskapinum NSOAF (North Sea Offshore Authority Forum). Endamálið við NSOAF er at geva myndugleikum við ábyrgd fyri trygdini á landgrunninum í londunum kring Norðsjógvin, eitt forum, har tey kunnu hittast og umrøða trygdarspurningar, royndir, rák o.líkn.
Limalondini hittast eina ferð um árið, og vóru Føroyar vertsland fyri ársfundin hjá NSOAF, tá umboð fyri trygdarmyndugleikar úr Danmark, Hálandi, Írlandi, Noregi, Stórabretlandi, Svøríki og Týsklandi hittust í Føroyum.
Afturvendandi mál á skránni vóru m.a. frágreiðingar um tilburðir og vanlukkur, sum knýta seg til frálandavirksemið, í farna ári. Harumframt upplýstu limalondini um nýggjar trygdarlógir, reglur o.a. av týdningi fyri olju- og gassvirksemið í økinum. Í hesum sambandi greiddi Oljumálastýrið frá um kunngerðina um heilsu, trygd og umhvørvi í sambandi við leitivirksemi, sum varð sett í gildi í mars mánaða.
Árligu fundirnir í NSOAF skulu tryggja, at eitt felags stev verður funnið í arbeiðinum at betra trygdar- og heilsustøðið innan olju- og gassídnaðin til havs, við atliti at eini støðugari menning av frálandavinnuni í Norðsjóvarøkinum. Alex Buvik, sum umboðaði Føroayr á fundinum sigur, at har kom mangt áhugavert fram. Hann vísir á, at vit eru í tí hepnu støðu, at vit kunnu læra av royndunum, sum aðrir hava gjørt og at vit út frá hesum og út frá okkara egnu viðurskiftum hava gjørt okkara egnu skipanir. Hesar eru fult á hædd við tað í øðrum londum.