Um Føroyar vóru fimm valdømi...

Heðin Mortensen hevði sitið á tingi. Tað høvdu Edmund Joensen og Sjúrður Skaale ikki. Ein sandingur við 41 atkvøðum hevði umboðað Fólkaflokkin. Tað høvdu verið fleiri kvinnur og Javnaðarflokkurin hevði onki umboð havt úr Norðoyggjum. Soleiðis hevði støðan verið á løgtingi í dag, um Føroyar vóru 5 valdømi til valið í 2008, og alt annars var á sama hátt

Tað høvdu verið umfatandi broytingar á Føroya Løgtingi, um Føroyar vóru fimm valdømi í 2008, avkvøðurnar fullu á sama hátt, ABC-samgonga hevði verið og somu landsstýrisfólk vóru, sum tað eru í dag.

Hetta er niðurstøðan, nú Sosialurin setir høvd á teir 33 ymisku tingsessirnar, sum høvdu verið vald, um so var, at Føroyar vóru fimm valdømi til valið í 2008 og atkvøðuslúkarnir í ymisku økjunum, høvdu fingið somu plaseringar á listanum í sínum øki, sum tey hava fingið higartil.


Ongin javnaður í Norðoyggjum

Í Norðoyggjum er í uppskotinum til fimm valdømi lagt upp til, at økið er minsta valdømið við fýra tinglimum.

Flokkarnir, sum høvdu verið umboðaðir í Norðoyggjum høvdu fingið ein tingmann hvør, og tað hevði merkt at Fólkaflokkurin hevði fingið ein tingmann, Sambandsflokkurin ein, Tjóðveldi ein og Miðflokkurin ein.

Hetta hevði merkt, at Jákup Mikkelsen ikki hevði komið inn á ting, og Javnaðarflokkurin ongan tinglim hevði fingið.


Edmund hevði rokið

Hevði valskipanin fyri tveimum árum síðan verið broytt soleiðis, at tað blivu fimm valdømi heldur enn eitt, so hevði Edmund Joensen ikki verið valdur inn á ting.

Sambandsflokkurin hevði fingið tveir av teimum sjey tillutaðu tingmonnunum í Eysturoy, men bæði Alfred Olsen og Helgi Abrahamsen fingu fleiri atkvøður enn Edmund Joensen – sum er hart ímóti fleiri valdømum – í Eysturoyar valdømi.

Í hinum flokkunum hevði ongin broyting verið í mun til tey, sum vanliga manna Føroya Løgting í dag.


Trý afturat úr útnyrðingi

Men størstu broytingarnar høvdu helst verið í Útnyrðings valdømi, sum er ein samanseting av Vága og Norðurstreymoyar valdømum, tó uttan Kollafjørð, sum fer við í Suðurstreymoyar valdømi.

Sum støðan er í dag í samlaða Útnyrðings valdømi eru trý fólk vald á ting. Jørgen Niclasen (A), Heðin Zachariasen (A) og Marjus Dam (B). Tó eru bert tveir av hesum á tingi, tí Jørgen Niclasen er í Landsstýrinum.

Men høvdu tað verið fimm valdømi, so høvdu fimm fólk umboðað útnyrðingsøkið á tingi. Eisini um Jørgen Niclasen var í landsstýrinum, tí so hevði næsta umboðið fyri Fólkaflokkin í økinum tikið sætið.

Heðin Zachariasen og Marjus Dam høvdu hildið fast við sínar sessir, men hevði Jørgen Niclasen verið í landsstýrinum, so hevði Bárður Poulsen tikið sætið eftir hann. Harafturat høvdu bæði Javnaðaflokkurin og Tjóðveldið fingið umboð úr økinum, og tað høvdu verið Kristoffur Gaardlykke og Heidi Petersen, sum høvdu umboðað hesar báðar flokkarnar.


Færri úr Suðurstreymi

Hóast Suðurstreymoyar valdømi hevði vaksið í fólkatali, við tað, at Kollafjørður kom uppí eisini, so hevði umboðanin verið minni.

Í mun til í dag, nú 14 fólk úr Suðurstreymi eru á tingi, so høvdu bert 12 verið við fimm valdømum. Tað merkir beinleiðis, at tað ikki hevði verið pláss fyri Bjarna Djurholm og Sjúrði Skaale, umframt at John Johannesen hevði mist sín sess til Heðin Mortensen, sum fekk fleiri atkvøður enn John Johannesen í høvuðsstaðarøkinum.

Harafturat hevði Ingvør Nolsøe fingið ein sess í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.

Í hesum er gingið út frá, at Annika Olsern, Kaj Leo Johannesen, Rósa Samuelsen og Helena Dam á Neystabø høvdu havt sínar landsstýrissessir.


Ein sandoyingur afturat

Høvdu landsstýrisfólkini verið tey somu, sum í dag, so høvdu bíligastu tingsessirnir verið í nýggja Suður valdømi, sum er sett saman av Sandoynni og Suðuroynni.

Poul Klementsen av Sandi við 41 atkvøðum hevði komið inn sum næsti maður eftir Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum.

Harafturat høvdu Jaspur Vang (B) og Mikkjal Sørensen (C) komið á ting fyri Johan Dahl og Jóannes Eidesgaard.


Fleiri kvinnur

Høvdu landsstýrisfólkini verið tey somu, og atkvøðurnar annars fallið á sama hátt við fimm valdømum, so høvdu seks kvinnur havt sína dagligu gongd á tingi, heldur enn fimm, sum eru í dag.

Eyðgunn Samuelsen hevði mist sítt sæti á tingi, men Ingvør Nolsøe og Heidi Petersen høvdu komið afturat.

Tjóðveldi hevði verið mannað við Annitu á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóru Høgnadóttir Joensen og Heidi Petersen. Tað vil siga, at fimm av átta tingfólkum í Tjóðveldi høvdu verið kvinnur.

Katrin Dahl Jakobsen hevði hildið fram at umboða Javnaðarflokkin, og Ingvør Nolsøe hevði sitið á tingi, tí at bæði Kaj Leo Johannesen og Rósa Samuelsen, sum vágafólk ikki vildu stilla upp, høvdu sitið í landsstýrinum, og eftir tey bæði og Magna Laksáfoss hevði Ingvør Nolsøe komið á ting úr Suðurstreymoyar valdømi.


Ikki heilt rætt

Sjálvandi ber ikki til at siga, at býtið av tingfólkunum hevði verið júst tað sama, tí nógv fólk høvdu valt øðrvísi, um tey bert kundu velja ímillum tey, sum búgva í sínum øki, og atkvøðubýtið millum flokkarnar hevði helst eisini verið eitt sindur øðrvísi, um fólk vóru avmarkað at velja fólk úr sínum øki, og harafturat hevði uppstillingin helst ikki verið heilt á sama hátt.

Hinvegin skuldi hetta givið eina ábending um, hvussu støðan hevði verið á tingi, um Føroyar vóru fimm valdømi, tí helst hevði størsti parturin av Føroyingum valt sama flokk, og fólkini við flestum atkvøðum høvdu helst verið nakað tey somu, um Føroyar vóru fimm valdømi.