Um Føroyar vinna gerst Lars Olsen søguligur

Lars Olsen og Allan Simonsen eru javnir við átta sigrum sum venjarar hjá føroyska landsliðnum

Nógv stendur uppá spæl tá Føroyar spæla Nations League dyst ímóti Malta á Ta´Qali leikvøllinum klokkan 19.45 í kvøld.

 

Umframt at stríðast fyri at sleppa undan aftasta plássinum í bólki 3, og at sleppa undan at detta úr næstniðasta styrkisbólkinum til komandi EM-undankappingarlutakastið, so er eitt met hjá Lars Olsen eisini uppá spæl.

 

Tá Allan Simonsen var landsliðsvenjari, árini 1994 til 2001 vann Allan Simonsen átta dystir við føroyska landsliðnum. Í EM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti San Marino (3-0 og 3-1). Í HM-undankapping vann Allan Simonsen við Føroyum heima og úti ímóti Malta (2-1 og 2-1), Allan Simonsen vann eisini heima og úti í HM-undankapping ímóti Luksemborg (2-0 og 1-0). Haraftrat vann Allan Simonsen tveir venjingardystir Við Føroyum, 2-0 úti ímóti Estlandi og 1-0 úti ímóti Liktinstein.

 

 

 

Lars Olsen hevur við 3-1 sigrinum á Malta á Tórsvølli 7. september vunnið átta dystir við føroyska landsliðnum. Í seinastu EM-undankappingini vann Lars Olsen við Føroyum 1-0 og 2-1 á Grikkalandi. Í seinastu HM-undankappingini vann Lars Olsen við Føroyum 1-0 á Andorra heima og 2-0 ímóti Lettlandi úti. Lars Olsen hevur við føroyska landsliðnum vunnið tríggjar venjingardystir. 3-0 á Liktinstein í vár, og 3-2 á Liktinstein fyri tveimum og einum hálvum ári síðani. Í 2014 vann Lars Olsen við føroyska landsliðnum 4-1 á Gibraltar á útivølli. Lars Olsen er sostatt ein sigur frá at gerast mest vinnandi føroyski landsliðsvenjarin nakrantíð. 

 

 

So er at vóna og krossa fingrar og tær fyri, at Lars Olsen fær metið í kvøld. 

 

 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Malta og Føroyar á FM1 í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Sendingin byrjar aftaná tíðindasendingina sum verður klokkan 18.30.

 

 

Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Ljóðsamrøður við spælarar og venjara koma út á in.fo seinni í kvøld. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.