Um flestu tingfólkini vóru kvinnur

Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur.

Einans 28% av uppstillaðu valevnunum eru kvinnur.

Eg eri annars ikki fyri at velja eina kvinnu, bara fyri at velja eina kvinnu!

 

Men av okkum 48, ið stilla upp, eru so nógvar skilagóðar, rættvísar og dugnaligar kvinnur. Tí kundu vit saktans mannað alt løgtingið, um tað skuldi verið.

 

Hugsið tykkum, hvat hevði hent, um kynsbýtið bleiv øvugt av tí, sum tað hevur verið hetta valskeiðið? Hugsið tykkum, um tað mikudagin 2.september sótu 10 menn og 23 kvinnur á tingi.

 

Ja, ímynda tær, hvørja fiskivinnunýskipan vit høvdu valt. Hvussu vit høvdu loyst sjúkrahúsknútin? Og um vit so høvdu sloppið av við lønarmunin millum kynini?

 

Ímynda tær alt, vit høvdu fingið av skafti, ruddað upp í, sorterað burtur og fingið skil á.

 

Og ímynda tær tað ramaskríggj frá monnunum, sum tá hevði verið!

 

10 av 28 er okkara veruleiki í dag!

 

Kvinna, vit skula broyta 10/28 til 50/50 týsdagin.

 

Bjørg Dam, kvinna fyri C