Um nøkur ár er hetta ein plága í Føroyum

Heldur hendan gongdin fram, sleppa heldur ikki føroyingar undan eini herviligu pláguni, sum fólk í øðrum londum ræðast sum pestin

Skógarmottan, sum er ein plága í øðrum londum, er nú eisini oftari og oftari at síggja í Føroyum. Hetta er ein motta, ið kann elva til lammilsi og aðrar herviligar sjúkur hjá fólki.

 

Tað staðfestir Jens-Kjeld Jensen, heiðursdoktari á Fróðskaparsetrinum, ið nýggja vísindaliga ritinum, Frøði.

 

Hann vísir á, at fyrstu ferð, skógarmotta varð funnin í Føroyum, var í 1990, tá ið hon varð funnin á einum hundi í Vestmanna. Men síðani tá hevur meiri og meiri verið at sæð til hana, og nú er hon funnin á sjey oyggjum, Suðuroy, Streymoy, Eysturoy,Vágoy, Nólsoy, Kalsoy og Borðoy.

 

Tað er serstakliga á hundum, at skógarmottan er funnin.

 

Í 2015 ferðaðust fólk kring landið at leita eftir skógarmottu í tí, sum vaks í nattúruni. Tá kundi staðfestast, at hóast skógarmotta fanst í nattúruni, so var ikki nógv til av henni, sigur heiðursdoktarin.

 

 

 

Men í 2015 og fjør vórðu kortini fleiri skógarmottur skrásettar og tær eru rættiliga vanligar summa staðni, eitt á Tvøroyri og har um vegir, har tær heilt vist nørast, sigur hann hann. Men hann er eisini púra vísur í, at hetta er einans toppurin á ísfjallinum. Og Fróðskaparsetrið leggur afturat, at síðani greinin varð skrivað, eru fleiri skógarmottur funnar afturat.

 

Jens-Kjeld Jensen sigur, at helst kemur skógarmotta til Føroyar við flytifuglum. Men tær kunnu eisini koma til Føroya við hundum, sum hava verið til kappingar uttanlands, ella við innfluttum kettum.

 

– Nógv verður gjørt fyri at tryggja, at hundar og kettur ikki hava snúltidýr, tá ið tey koma inn í landið, men royndirnar vísa, at bæði kettuloppur, kettulýs og tvey sløg av hundalúsum eru funnin í Føroyum seinastu 10-20 árini, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Hann sigur, at sýgur ein blóðmotta blóð av einum djóri, ella fugli, sum hevur í sær sjúkuelvandi bakteriur, fær blóðmottan bakteriurnar niður í magan.

 

Men tá ið blóðmottan so næstu ferð sýgur blóð, býtur hon seg fasta og tømir magan inn í vertin. Er nýggi verturin óheppin, verður hann tí smittaður við sjúkuelvandi bakteriunum og soleiðis kunnu blóðmottur flyta fleiri sjúkur til bæði djór og fólk.

 

Tann sjúkan, ið fólk ræðast mest, er borrelia. Jens Kjeld Jensen sigur, at longu fyri einum 25 árum síðani varð borrelia staðfest í lundalúsum í Nólsoy, har 21 prosent av lýsnum høvdu bakteriuna í sær.

 

– Líkt er til, at tað slagið, vit hava í Føroyum, ikki gevur tey nógvu sjúkueyðkennini, men vit kunnu vænta, at onnur sløg av borrelia, sum kunnu elva til lammilsi í andlitinum, eisini koma til Føroya komandi árini, sigur hann.

 

Ein onnur sjúka, sum hevur elvt til at nógv lomb eru deyð í Noregi, er bakterian, anaplasma phagocytophilum, sum beinir fyri mótstøðuførinum hjá lombunum, sum tískil lættliga doyggja av øðrum sjúkum.

 

– Summastaðni í Noregi eru upp í 30 prosent av skógarmottunum fongdar við hesi bakteriuni og um heystið kemur nógvur flytifuglur til Føroya júst úr Noregi.

 

Jens-Kjeld Jensen sigur, at skógarmottan er nógv meira ágangandi enn føroysku lundalýsnar. Samstundis trívist skógarmottan væl í Føroyum, samstundis sum at vit hava nógvan seyð, rottur og mýs, har ið motturnar kunnu súgva blóð.

 

– Hvørki borrelia ella anaplasma eru nýggjar sjúkur, ella bakteriur, men veðurlagsbroytingar hava elvt til, at skógarmottan er farin at breiða seg norðureftir.

 

– Talið á skógarmottum er vaksið nógv hesi seinnu árini, so bakteriurnar hava fingið nógv betri umstøður at spjaðast.

 

Hann sigur, at enn eru hesar báðar bakteriurnar ikki ávístar í føroyskum skógarmottum og tískil eru tær ikki ein kendur trupulleiki.

 

– Men heldur gongdin, vit síggja í øllum Norðurevropa, fram, slepst ikki undan, at vit fara at kenna sviðan av hesum báðum nevndu bakterium, umframt fleiri øðrum bakterium og sjúkum, sum verða fluttar við skógarmottuni, sigur Jens-Kjeld Jensen.