Um skattalætta til reiðarar

Kári Petersen er rættuliga farin í herna móti skattaskipanina hjá fiski- og sjómonnum. Tað hevur hann sjálvsagt fullan rætt til.

 

Óli Jacobsen

?????????????


Kári Petersen er rættuliga farin í herna móti skattaskipanina hjá fiski- og sjómonnum. Tað hevur hann sjálvsagt fullan rætt til.

Men tá hesi sjónarmið verða lýst í almennum fjølmiðlum, má ein kunna krevja, at tey nýttu sjónarmiðini byggja á veruleikan.

Í komandi FF-blað verður lýst, hvussu sjónvarpið hevur manipulerað við málið um skattin hjá fiskimonnum. Men her skal bert viðgerast høvuðssjónarmiðið hjá Kára.


Var skattalættin til reiðarar?

Og hetta er, at skattalættin veruliga er ein stuðul til reiðarar. Grundgevingin, tá málið varð lagt fram, var samb. Kára, at »fiskimenn fingu meira í hýru aðrastaðni, og av tí at føroyskir reiðarar vóru so illa fyri og ikki høvdu ráð at geva fiskimonnum meira hýru, so var neyðugt at geva fiskimonnum ein skattalætta, so føroyskir reiðarar kundu sleppa bíligari...«

Í hesi grein verða endurprentaðar tær grundgevingar, sum veruliga vóru nýttar av landsstýrinum, tá málið varð lagt fram á ting í desember 1997. Og tað er heilt lætt at síggja, at tað finst ikki minsta grundarlag fyri umrødda pástandi. Høvuðsgrundgevingin hjá landsstýrinum var tann ójavni, sum var í skattingini av fiskimonnum í Føroyum og øðrum londum á okkara leiðum. Og tað var at beina burtur henda ójavnan sum var grundgevingin fyri uppskotinum. Og mett var, at hetta fór at føra við sær, at fiskimenn, sum sigla uttanlands, fóru at støðast í Føroyum, og hetta fór at minka um tapið av skipanini.


Einki grundarlag.

Í aðrar mátar er heldur einki grundarlag fyri hesum pástandi. Í teirri propaganda sum var førd móti skattauppskotinum í 1997 varð eisini eisini ført fram, at í fyrsta umfari kom hetta fiskimonnum til góðar, men manningarfeløgini mundu fara at lora henda ágóðan yvir til reiðararnar við næstu samráðingar.

Hertil er fyrst at siga, at føroyskir reiðarar rinda ikki minni part í hýru enn reiðarí í Noregi og Íslandi, sum vit jú lættast kunnu sammeta okkum við. Og annars hava gitingarnar um, at feløgini fóru at »forera« skattalættin til reiðararnar víst seg at vera uttan nakað sum helst grundarlag.

Hesin pástandur hjá Kára er tískil fullkomiliga íspunnin. So eg fara ikki sum Kári at nýta pláss og orku at viðgera ommurnar og abbarnar hjá fiskimonnum!


Almennur stuðul til A P Møller ikki tikin uppá tungu.

Tað er ikki so løgið, um fiskimenn ikki skilja, hví teir skulu hangast út á hendan hátt sum nassarar á samfelagnum. Serliga tá hugsað verður um, at annar sera beinleiðis stuðul til reiðarar als ikki verður tikin uppá tungu, sum t.d. tann stuðul sum føroyski skattaborgarin letur til ríkasta mann í danska ríkinum Mærsk McKinney Møller. Tað er alment kent, at tað eru fleiri hundrað føroyingar, búsitandi í Føroyum, sum als ikki rinda skatt í Føroyunm yvirhøvur. Orsøkin fyri hesum skattafrælsi er, at Møller skal sleppa so mikið bíligari í hýrum. So her er í hvussu er beinleiðis stuðul til enntá danskan reiðara so tað forslær. Tað verður sanniliga latin annar stuðul í Føroyum, men tað er bert fiskimenn sum skulu standa fyri skotum á einum sera ivasomum grundarlagi.

Men at tað verður gjørt við grundgevingum, sum eru so tunnar sum umrøtt her, kann so bert sannføra fiskimenn og aðrar um, at tað skortar við sakligum grundgevingum.

Tað er í hvussu tað positiva í hesum máli at fáa hetta staðfest.