Uma Thurman brýtur tøgnina

Nú tosar hon eisini um tað, sum filmsframleiðarin Harvey Weinstein hevur gjørt

Í eini grein í The New York Times leygardagin greiðir 47 ára gamla Uma Thurman frá, hvussu filmsframleiðarin Harvey Weinstein eisini gjørdi seg inn á hana, tá hon arbeiddi saman við honum fyri 24 árum síðani.

 

 

Sjónleikarin Uma Thurman lovaði í november mánaði, at hon fór at úttala seg um sakina seinni, tí hon ikki vildi siga nakað í vreiði. Nú hevur hon brotið tøgnina.

 

 

Uma Thurman hevur havt tætt samstarv við Harvey Weinstein og Miramax, tá hon spældi í filmunum Pulp Fiction og Kill Bill. Uma Thurman greiðir frá í greinini um eina hending á hotel kamarinum hjá Weinstein í London, í samband við innspælingina av Pulp Fiction. Hon sigur, at filmsframleiðarin gjørdi seg inn á hana og skúgvaði hana umkoll. 

 

 

–Hann royndi at trýsta seg niður á meg. Hann royndi at nekta seg. Hann gjørdi alt møguligt ótespiligt, sigur hon. 

 

 

– Hann legði tó ikki allar kreftir í og noyddi meg, og eg kláraði at snúgva mær undan sum ein oydla, sigur hon. 

 

 

Hon greiðir frá, at dagin eftir fekk hon eitt blómutyssi við einum korti. Á kortinum stóð "tú hevur góð instinktir". Hon sigur eisini, at í tíðini eftir ágangin ringdu assistentarnir hjá Weinstein fleiri ferðir og vildu tosa um nýggjar filmsverkætlanir. 

 

 

Sakførarin hjá Harvey Weinstein sigur, at Weinstein er skelkaður og órógvaður av hesum pástandunum frá einum menniskja, sum hann hevur arbeitt saman við í meir enn tvey ártíggju. Hann sigur onki hald er í pástandunum. 

 

 

Hann viðurkennur tó at hava roynt at fingið samband við Umu Thurman á ein klombruttan hátt fyri 25 árum síðani. Hetta er hann tó harmur um, og hann bað eisini um umbering við tá sama tá, veit Reuters tíðindastovan.

 

Í greinini í The New York Times sigur Uma Thurman eisini, at hon upplivdi kynsligan ágang sum 16 ára gomul, tá yrkisleið hennara sum sjónleikari byrjaði. Hon greiðir frá hendingini, men nevnir ikki navnið á mannliga sjónleikaranum, ið gjørdi seg inn á hana.

 

 

Fleiri enn 70 kvinnur hava ákært Harvey Weinstein fyri sexchikanu, ágang og neyðtøku.