Løgtingsins Umboðsmaður heldur, at løgmálaráðið drálaði ov nógv við at biðja um upplýsingar í einum máli um uppihaldsloyvi
Á heimasíðuni skrivar Umboðsmaðurin, at talan var um fyrsta málið av sínum slag, har umsøkjarin hevði ein treytaðan dóm.
Løgmálaráðið bíðaði eftir svari frá Udlændingeservice um, eftir hvørjum reglum slík mál skuldu viðgerast, og tað hevur Umboðsmaðurin sum so ongar viðmerkingar til.
Umboðsmaðurin helt tað hinvegin ikki vera nøktandi, at ráðið, tá svarið var komið frá Udlændingeservice, bíðaði í smáar 4 mánaðir við at biðja Almannastovuna og TAKS um neyðugar upplýsingar, og tað hevur Umboðsmaðurin givið løgmálaráðnum eina átalu fyri.