Umbyggjast til tann lokala stoltleikan

Tvøroyri: Fríggjakvøldið verður kunnandi fundur um ætlanina at umbyggja 61 ára gamla træskipið Kúrberg til eitt nýmótans motor- og seglskip.

Ætlanin er at gera skipið soleiðis, at tað kann brúkast til mong ymisk endamál - útferðir, undirvísing av næmingum, ráðstevnur og longri túrar til grannalond okkara. Og sum skilst er ætlanin eisini at fáa í lag samstarv við SALT-verkætlanina.

Fyrireikararnir siga við Suðuroyarportalin, at verkætlanin fer at vara í eini 2-3 ár, og kostnaðurin um einar 5 mió krónur.

Skipið eitur Kúrberg, men fær helst eitt annað navn, ið hevur tilknýti til oynna. 




EIN EFTIR

Flestu av gomlu træskipunum eru burtur. Eitt teirra er tó eftir - Kúrberg - ið nú skal aftur til heiður og æru. Fríggjakvøldið verður fundur á Seglhúsloftinum á Tvøroyri um ætlanina