Tað var ikki ein vøkur sjón, sum møtti starvsfólkunum á Tjóðpalli Føroya, tá ið tey komu til arbeiðis í morgun. Greitt var, at innbrot hevði verið, og at umfatandi herverk var gjørt í salinum og í køkinum.
Tað einasta, sum er greitt í løtuni, er, at herverkið er framt ímillum kl.20.30 í gjárkvøldið og kl.7 í morgun, og at herverkið er umfatandi. Ljósskipanin á pallinum er oyðiløgd, har ófriðarkropparnir hava gjørt sær ómak at kuta hvønn tann einasta kaðal av. Virðismiklir dúkar eru skræddir og somuleiðis hevur gólvið fingið vatnskaða, av tí at ófriðarkropparnir hava latið eina vatnslangu renna mitt á gólvið. Køkurin hevur eisini fingið vitjan og nógv er í knúsi.
Kriminalpolitiið hevur verið á staðnum og gjørt kanningar. Seinni í dag fer tryggingin at sýna skaðan.
Ein ungdómsleikur, sum skuldi framførast á Tjóðpalli Føroya hósdagin, bíðar nú í óvissuni.