Umfordeiling á almannaøkinum

Almannaøkið hevur veruliga staðið fyri skotum seinastu drúgvu tíðina. Hetta er eitt viðbreki øki og eitt sertakliga týdningarmikið øki, ið sigur nakað um støðuna hjá Føroyum sum vælferðarsamfelag.

Almannaøkið hevur veruliga staðið fyri skotum seinastu drúgvu tíðina. Hetta er eitt viðbreki øki og eitt sertakliga týdningarmikið øki, ið sigur nakað um støðuna hjá Føroyum sum vælferðarsamfelag.

Hóast fleiri og fleiri av skattakrónum borgaranna eru farnar til hetta økið seinastu mongu árini, er almenna ónøgdin alsamt vaksandi, tí útboðið av nøktandi tænastum ikki klárar at fylgja við tørvinum.

Tí er neyðugt við einum nýhugsandi reformi á almannaøkinum. Men tíverri hava vit enn so at siga bert hoyrt um viljan “ikki at vilja”.

Vit noyðast at seta okkum spurningin, hvørt tað er rímiligt, at veitingar og stuðul eru eins stórar til tær sterkastu og breiðastu herðarnar, sum tær eru til tey veikastu, ið tørva tær allar mest. At almannaøkið í dag í rættiliga stóran mun er skipað sum tað er, hevur við sær, at tey veikastu ikki fáa nøktandi hjálpina, tí køkan er ov lítil at býta.

"Javnaðarhugsjónin er ikki, at øll skulu forsyrgjast, men at tey skulu klára seg", sum stóri hugsjónarmaðurin innan javnaðarrørðsluna í Danmark í nýggjari tíð, Svend Auken, málbar seg.

Vit mugu seta hol á kjakið, hvat vit vilja nýta avmarkaðu skattakrónurnar innan almannaøkið til, heldur enn áhaldandi at boða frá, hvat vit ikki vilja.