info
Ongi úrslit

Ikki bara ein radari: Dronur skulu hava eftirlit í Føroyum

Endamálið við dronunum er, at tær skulu vera tøkar til NATO-verjuna.

Pætur Hjalmar Evensson
7. juni 2022 kl. 09:45

Tað verður ikki bara ein radari, sum skal hava eftirlit við fremmandum maktum í føroyskum øki í framtíðini. Tí umframt radaran skulu framkomnar dronur eisini verða stationeraðar umborð á verjuskipunum, sum sigla her í økinum.

Tað váttar Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fyri in.fo í morgun.

Longu í arktisku analysuni frá 2016 bleiv hugskotið um dronueftirlit í Arktis luftað, tí sambært analysuni kunnu dronur hjálpa til við samlaða eftirlitinum í Arktis. Og dronur eru eisini partur av arktiska kapacitetspakkanum, sum radarin eisini er við í. Har vóru 750 milliónir krónur settar av til eftirlit við langtrøkkandi dronum í Grønlandi.

Eftir øllum at døma er eisini ætlanin at fáa okkurt slag av dronueftiriti í Føroyum. 

Hetta slagi av dronum eru lítlar eftirlitsdronur, sum minna um tær, vit kenna frá gerandisbrúki, tó meira framkomnar. Men í sambandi við verju í Arktis verður eisini tosað um væl størri dronur, sum hava eitt veingjabreiði á 24 metrar. Talan er sambært Arktisk Kommando ikki um hetta slagi av dronum, men um lítlar eftirlitsdronur, sum helst minnir um tær frá Brimli.

Umframt at hava eftirlit við sjóøkinum, so kunnu dronurnar eisini brúkast til hjálparvetingar.

– Munurin á einum helikoptara og einari dronu er, at dronan kann fara avstað beinanvegin. Dronan kemur á staðið skjótt, um ein vanlukka verður, og tær kunnu hava bjargingarkransar og bátar við sær, sum tær kunnu sleppa niður til eitt nú skip í neyðstøðu, fortelur Jenis av Rana.

– Men endamálið við teimum er sjálvandi at vera tøkar til NATO-verjuna, sigur Jenis av Rana, sum ikki avvísir, at dronur eisini kunnu vera umborð á føroysku verjuskipinum.

Nær dronurnar koma, er ikki greitt enn.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 15 mál móti ungarskum stórliði

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF vann seg víðari í steypakappingini

54 minuttir síðan
Tíðindi

SVT-valforsøgn: Reyðgrønu vinna valið í Svøríki

1 tími síðan
Tíðindi

Bøta um korini hjá føroyskum lesandi í Danmark

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian skoraði tvey mál tá Horsens vann seg víðari í steypakappingini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Geza leingir sáttmálan við Grimsby Town

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroysk­ar virð­is­løn­ar­vón­ir og norð­ur­lendsk­ur sjón­varps­áhugi

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

5 tímar síðan
Tíðindi

500 færri skaðar fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør

5 tímar síðan
Tíðindi

Stúra fyri ikki at fáa nóg nógv skikk­að starvs­fólk á røktar­heimini

7 tímar síðan
Lesarabrøv

Fornuftin má ráða – ikki kenslurnar

8 tímar síðan
Tíðindi

Ozonholið er størri enn Antarktis

8 tímar síðan