Umhugsa krav til eldri bilførarar

Seinastu vikuna hava tvær álvarsamar vanlukkur verið í Svøríki við eldri bilførarum handan rættið. Tí vil svenska flutningsmálaráðið nú kanna møguleikan fyri at seta hægri krøv til eldri bilførarar við koyrikorti, skrivar TT.

 

Í síðstu vanlukkuni doyði enn eldri kvinna av løstunum, eftir at ein bilur týsdagin rendi á trý fólk framman fyri Högdalens sjúkrahús við Stokkhólm.

 

Bilførarin var ein 84 ára gomul kvinna, sum tók feil av bremsuni og speedaranum og bakkaði á fólkini.

 

Í síðstu viku særdi ein 80 ára gamal maður seks børn, tá hann rendi á tey við bili sínum. Løgreglan hevur greitt frá, at maðurin varð blendaður av stekum ljósi, meðan hann koyrdi.

 

Í Danmark og í Føroyum eru krøvini júst lækkað fyri eldri bilførarar, sum skulu endurnýggja sær koyrikortið.

 

/ritzau/