Navnabroyting
-Umhvørvið er ein tann mest viðkomandi spurningur og málsøki fyri framtíðar Føroyar.
Tað kann undra okkum, at vit í so langa tíð hava brúkt so lítla orku uppá henda sera viðkomandi spurningin, sum eitur umhvørvi, og sertakliga tá hugsað verður um hetta lítla og vakra landið vit búgva í. Tað eru sera avmarkaðar upphæddir sum umhvørvið fær á fíggjarlógini og tað kann ikki vera rætt fyri eitt land, har serliga havumhørvið hevur so stóran týdning segði
Jóannes Eidesgaard og helt fyri, at Javnaðarflokkurin vil vera við til at geva umhvørvinum eina munandi hægri politiska og fíggjarliga raðfesting enn hetta málsøkið higartil hevur fingið. Og hann legði aftrat: -Tað er víst, at eitt komandi ættarlið, tvs. tey ungu, fer at raðfesta hesi málsøki sera høgt. Hesi hava líkasum hug at hugsa eitt sindur longur.
Formaður Javnaðarfloksins helt tað eisini vera uppá hægsti tíð, at orkupolitikkur verður eitt politiskt viðkomandi mál og vísti á, at tað er ongantíð í Føroyum verið defineraður ein orkupolitikkur. Man hevur latið ein interkommunalan felagsskap sum SEV taka sær av orkuni fult og heilt stórt sæð. At útgreina og siga, hvat tann rætti orkupolitikkurin skal vera framyvir. Í øllum øðrum londum er tað soleiðis at man politiskt hevur nakrar meiningar um, hvat slag av orku man eigur at raðfesta fremst.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður var í viðgerðini av málinum á tingi sera fegin um, at áhugi er fyri at raðfesta umhvørvið hægri. Hann helt tað vera rætt at umhugsa at broyta navnið á Oljumálaráðnum, nú bæði havumhvørvi og umhvørvi og náttúra sum heild liggja undir sama ráð. Tað kann tí væl vera, at hetta er rætta løtan til at broyta navn til Umhvørvis- og orkumálaráð.
-Men hetta má ikki tulkast sum at vit hava mist vónina til at finna olju. Tað vita vit av góðum grundum ikki enn. Men fyri at lyfta um týdningin umhvørvið hevur, hevði tað verið rætt at umhugsa umrøddu broyting segði landsstýrismaðurin og helt fram: -Er tað nakað, sum kemur at geva okkum broytingar í framtíðini, so er tað umhvørvið. Eyðun Elttør helt eisini, at upphæddirnar til umhvørvið á fíggjarlógini eru ov smáar, tó at tað er broytt tann rætta vegin. ?Við góðum stuðuli frá tinginum og frá landsstýrinum ber til at gera nakað gott fyri umhvørvið í Føroyum. Tað fer at gagna okkum og tað fer at geva okkum eitt gott ummæli úti í heimi.
Um vit sum stýra ikki ganga inn fyri at verja um umhvørvi, so fara vit at missa nógv segði Eyðun Elttør, sum eisini helt tað er uppá tíðina at broyta navnið á Oljumálaráðnum. Men tað er ikki tí at vit kanska ikki hava nakra olju fyrr enn um 10 ár, men vit mugu í hesum tíðarskeiðnum gera okkara fyri at halda oljufeløgini til her.