UMLEGGING TIL GRØNA ORKU, EISINI Á BYGD

Farna fríggjadag var stórt hátíðarhald í tøknibygninginum hjá Røkt og Effo á Gellingarkletti.

 

Nú byrjar haftið at losna. Oljan dvínir, so hvørt framskygdar eldsálir slóða leiðina.

 

Vit hava tørv á at arbeitt verður áhaldandi við menningini av orkuframleiðsluni í føroyum. Vit hava tørv á seigginum, tí tvøra, tí seiga, tí ótroyttiliga hugburðinum, um at tað letur seg gera. Tí í síðsta enda, er tað eldhugurin, visjónin og treytaleysa sannføringin um, at verkið man er farin í holtur við er tað rætta. Loysnin er tann rætta og loysnin skal gjøgnumførast.

 

Ongin man ivast í, at myllurnar á Gellingarkletti, tæna samfelagnum. Øllum samfelagnum. Tí á hátíðardegnum sóust bæði viðhaldsfólk hjá slóðarunum, eins og mótstøðufólk. Tí tað er málið tað snýr seg um, og tá málið er rokkið, gloyma vit baldrutu leiðina og fegnast um úrslitið, saman.

 

Hetta er kjarnin í leiðini til grøna føroyska orkuskiftið.

 

Okkum tørvar slóðarar, og Niðristovumenninir við Jóhan á odda hava ikki verið bloytur tá tað snýr seg um grøna orkuskiftið.

 

Um tað er nakað í vatninum í Vestmanna, sum ger menn tvørar og framskygdar, ella um tað hevur okkurt við umhvørvið á Heygum at gera er óvist.

 

Finnbogi Joensen, barnvaksin í Heygatúni hevur verið ótroyttiligi undangongumaðurin, at varpa ljós á umhvørvið og verjuni av okkara náttúru og umhvørvi, langt áðrenn tað varð uppá “móta” í almenna rúminum.

 

Ólavur Bóndi í Uppistovu á Heygum, stríddist í áravís móti tí ráðandi valdinum, til tað eydnaðist at grundleggja tað sum vit í dag kenna sum SEV.

 

Søgan endurtekur seg tá Jóhan, bóndasonur úr Niðristovu á Heygum, saman við Sigerti Patursson, bónda á Vatnaskørðum, og oljufelagnum EFFO, settu ferð á at tæna føroyalandi við grønari orku.

 

Tað er íverksetarin móti yvirvøldini. Tað er Dávid móti Goliat, tað er droymarin, sum torir at trúgva uppá tað ógjørliga, ið førir á mál.

 

Skulu vit verða burðardygg sum samfelag, mugu vit verða loyst úr hafti og frægasti máti at loysa haftið, er áhaldandi trýstið, sum íverksetarin setur á tað etablera organið.

 

Føroyar eru í tvinnum lutum. Havnin og tað sum er uttanfyri havnina.

 

Skulu vit verða burðardygg við orkuloysnum í føroysku húsarhaldunum, mugu fleiri sleppa framat netinum hjá SEV. Soleiðis kann brúkarin velja ímillum tryggar orkuloysnir til sethúsini, eins og ímillum veitarar sum geva besta tilboðið á KW tíman, í einari sunnari prískapping í tráðanini hjá útbjóðarunum eftir at gagnnýta megina í okkara náttúru burðardygt.

 

Tí uppgávan er nógv størri enn hvat SEV einsamalt megnar.

 

Lat okkum tí standa saman at verja SEV sum óheftan almennan stovn. Eins og vit skulu standa saman um at loyva hugskotum og virkisfýsnum fólki framat at bjóða SEV sína orku, okkum øllum at gagni. Fyri bygdirnar, og møguleikanum at halda hús á jøvnum føti um alt landið.

 

Vel rætt,

 

vel lista E,

 

vel Jens Ivan í Gerðinum