GAFFA.dk hevur eitt evstamark á seks stjørnum, tá tey ummæla tónleik. Eivør fær bara tvær av teimum seks stjørnunum frá GAFFA.
Ummælið frá GAFFA.dk var av einari konsert hjá Eivøri Pálsdóttir í Herning 16. Apríl.
-Røddin var ov ógvuslig og óektað, verður skrivað í ummælinum.
-Kjólin og handliðið hjá Eivøri vóru klistraði inn í fjaðrum í einari roynd at vera loyndarmikil, men tað rínur ikki á meg, skrivar ummælarin, Troels Frøkjær.
Á konsertini framførdi hon fleiri av nýggju løgunum hjá henni, ið vera á nýggju fløguni, ið kemur út í heyst.
Troels Frøkjær skrivar somuleiðis, at hann fer ikki at standa bíðirøð eftir nýggju fløguni.