Tað er brenni úr veruleikanum, ið er lagt á bálið í nýggju spenningsbókini hjá Andreas Krog um eina russiska innrás í Føroyum:
Tað ERU 500 kilometrar, sum NATO ikki hevur nøktandi eftirlit við í Norðuratlantshavi, og sum russar tí kunnu nýta, vilja teir suðureftir móti Europa – og mitt í hesum øki liggja Føroyar. NATO vil hava tipt hetta eftirlitsholið, og tí fer Danmark at seta upp ein nýggjan radara á Sornfelli. Russland hevur sjálvsagt beinleiðis mótsettan áhuga. Í bókini tekur Russland sera harðrend stig fyri at tryggja, at gloppið ikki verður tipt, men at Føroyar í staðin gerast ein framskotin russisk hernaðarstøð fyri bæði flogfør, skip og kavbátar.
Trump HEVUR sátt iva um, hvørt tann kenda grein 5 í NATO-sáttmálanum veruliga er galdandi. Tað er greinin, sum sigur, at eitt álop á eitt limaland verður mett sum álop á øll. Hetta er stóri óttin hjá hinum limalondunum. Sum russiski uttanríkisráðharrin sigur í bókini: “Uttan USA aftanfyri tykkum kunnu tit einki. Einki.”
USA HEVUR í longri tíð verið ónøgt við lágu verjuútreiðslurnar hjá Danmark. Og sum tann fiktivi forsetin í bókini (við greiðari fyrimynd) sigur á Twitter: “If you don’t pay your fair share, you can’t expect help from the US.”
Danmark HEVUR í nógv ár vanrøkt verjuna av ríkisins øki, og hevur heldur, sum tað verður sagt í bókini, satsað upp á at “verja donsk virðir úti í heimi.”
Stóra Bretland HEVUR royndir við at taka aftur eitt hersett oyggjasamfelag – nevniliga Falklandsoyggjarnar. Í bókini síggja teir ein parallell – og hetta styrkir stuðulin til Danmark.
Bæði Noreg og Bretland HAVA – óheft av NATO – stóran egináhuga í at halda russum burtur frá Føroyum.
Russland FØRIR eitt hart propagandakríggj móti Vesturheiminum við at nýta túsundtals falskar profilar – sonevnd “trøll” – á sosialum miðlum. Í bókini fáa ”trøllini” boð um at breiða út eina fordómsfullan fatan av føroyingum sum “nakrir djúpt religiøsir og rabiatir mótstøðumenn av fosturtøku og grindadrápi, ið mest av øllum vilja snúlta upp á Danmark.”
Føroyar HAVA í langa tíð havt víðfevnt fiskivinnusamstarv við Russland, og nøkur av russisku skipunum, sum á henda hátt hava havt og hava atgongd til Føroyar, eru undir illgruna fyri at savna upplýsingar til hernaðarliga nýtslu. Samstarvið hevur elvt til grovar (og ofta ósakligar) ákærur um, at føroyingar, tá tað kemur til Vesturheimin og Russland, hava roynt at gagnnýta støðuna til egnan búskaparligan fyrimun. Í nýggju skaldsøguni hevur løgmaður “seriøst umhugsað” at venda Vesturheiminum bakið og – fyri eina “ørandi upphædd” – geva russarum hernaðarliga atgongd til Føroyar, og harvið skapa búskaparligt grundarlag fyri loysingini frá Danmark. Hóast tað ikki varð veruleiki, er almenna meiningin hvørki í Danmark ella altjóða til frama fyri Føroyar, sum verða hildnar at “sjálvar hava verið úti um tað.”
Russar HAVA fleiri ferðir givið til kennar, at teir eru áhugaðir í strategiskum samstarvi við Føroyar.
Tað ER vaksandi kritikkur av, at Føroyar hvørki rinda til verjuna av kongaríkinum, og ikki hava herskyldu. Ein journalistur traðkar í bókini tí eisini á eina eyma tá, tá hann spyr danska forsætisráðharran, hví danskir hermenn skulu verja Føroyar.
Klassisk spenningssøga
Alt hetta er í sær sjálvum upplagt tilfar til eina spenningssøgu – og hana gevur Andreas Krog okkum við Invasionen.
Tað verður farið beint á. Føroyar verða hertiknar longu á fjórðu síðu í skaldsøguni!
So eru vit í gongd – og síðani fylgir politiskt drama, kynisma, og (sera!) harðligar krígsatgerðir, sum sveiggja aftur og fram til síðstu síðu.
Hetta er ein klassisk spenningssøga. Ein hálvfordrukkin journalistur, sum av tilvild fær ein týðandi leiklut, ein sivilur borgari, sum gerst heilt sentralur, miseydnað, óforloyst sex, ein politikkari sum í loyndum hugsar, at hann kann vinna sær hetjustøðu og “skriva seg inn í søgubøkurnar” grundað á ta vanlukku, sum hendir. Alt er har. Og tað virkar væl. Tú etur bókina í einum.
Kompositiónin av bókini er væl gjørd við støðugum sjónarhornsbroytingum, og sum føroyskur lesari er tað stuttligt, at tað ikki alt verður sæð úr krígsskipum, Kreml, Forsætismálaráðnum og úr kjarnorkukavbátum, men eisini úr Essabar í Havn og einum kamari á Oyrasundskollegiinum. (Hinvegin órógvar tað ein føroyskan lesara, at nøkur viðurskifti í Føroyum ikki eru faktuelt rætt lýst – ella rætt stavað... Tá kennast krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen, Steintóri Ramussen og Eyðuni Klakstein meira viðkomandi).
Høvuðsveikleikin við bókini er, at tú sum lesari ikki kemur serliga tætt at persónunum. Lærir teir ikki ordiliga at kenna. Og krígshandlingarnar eru so ógvusligar, at tað er torført at síggja tær fyri sær í høvdinum.
Onkustaðni er tað meira rátt enn snilt. Eftir ótrúliga snildu, sofistikeraðu – science-fiktion kendu – álopini hjá Ukraina á Russland og hjá Ísrael á Hezbollah og Iran, er torført at trumfa veruleikan í eini skaldsøgu. Men hinvegin kann ein nú næstan ikki fara ov langt sum høvundur, tá tað snýr seg um at finna uppá snildisliga og væl umhugsaða krígførslu. Og her skuldi Krog havt upphugsað okkurt, sum kundi matchað fantastisku atsóknirnar hjá Ukraina og Ísrael.
Í Invasionen eru kortini nakrar góðar, vandamiklar og spennandi persónligar atsóknir – men tað snýr seg í stóran mun um vápnaskipanir móti vápnaskipanum. Og júst her er styrkin hjá høvundinum eisini eitt veikleiki. Andreas Krog veit sera nógv um hernaðarútgerð. Serliga innan jagaraflogfør er hann serfrøðingur. Ta vitanina brúkar hann til at gera frásøgnina sannførandi – men tað ger hana eisini rættiliga tekniska fyri vanliga lesaran. Har verður tosað um RSM-Bulava kjarnorkurakettir, MiG-31-flogfør, Kh-31A-rakettir, Phalanx CIWS-kanónir, S1850M-radarar, Tu-22BM-flogfør, B-177 kavbátar o.s.fr. Endamálið er at geva søguni trúvirði – men tað brýtur helst lesirútmuna hjá (flestu) lesarum, sum síggja hesi heitini fyri fyrstu ferð.
Men skaldsøgan er væl skrivað, løtt at lesa, og har er ferð á frá fyrstu síðu.
Og hon er eisini eitt slag av íkasti í samfelagskjakið, tí hon byggir sum sagt á verulig viðurskifti, sum verða umrødd hvønn dag. Eru teir 500 kilometrarnir í Norðuratlantshavi, har NATO ikki hevur eftirlit, ein vandi? Eru Føroyar, sum liggja mitt í hesum ”holi” og á gáttini millum Arktis og Europa, í vanda fyr álopi? Og hvør hevði komið til hjálpar, um eitt álop varð framt?
Slíkir spurningar blása í veruleikans politisku vindum í. Invasionen gevur eitt ræðandi boð uppá eitt svar.
##med2##