Framgongdin í føroyska samfelagnum í dag kemst av viðurskiftum, vit stórt sæð ikki hava nakra ávirkan á, og tí er umráðandi at ansa eftir og leggja pening til síðis at standa ímóti við. Hetta sigur forstjórin í Føroya Sparikassa, Eyðun á Rógvi Olsen í oddagrein í seinasta Ábyrgdaranum, ið er blað Føroya Sparikassi gevur út. Lønarútgjaldingarnar økjast, arbeiðsloysið minkar, fiskiskapurin er góður og fiskaprísirnir høgir. Áheitanin um at vera á varðhaldi er vend ímóti hvørjum einstøkum umframt kommunum og landi.
Stjórin í Føroya Sparikassa sigur, at sethúsaprísirnir eru komnir í eina javna legu og at enn fleiri hús verða bygd í komandi tíðum. Hús verða fíggjað øðrvísi enn fyrr, nú er vanligari, at ein peningastovnur veitir alla fíggingina.
Nýhugsan
Føroya Sparikassi ætlar at fylgja væl við, hvat hendir á sethúsmarknaðinum og roynir við nýggjum tiltaki at varðveita sethúsakundan. Fyri nøkrum mánaðum síðani stovnaði Sparikassin meklaravirkið, ið eitur Inni. Virkið selur alla fasta ogn, sethús, grundstykkir og virkisbygningar kring landið.
Rakstrarliga er Inni óheft av Sparikassanum. Hvørja ferð føst ogn verður lýst til sølu ger Sparikassin eina bústaðarlýsing. Hon verður gjørd av fólki sum hevur fingið serliga útbúgving til tess og lýsingin samsvarar til tey krøv sum eru kend í grannalondunum.
Og Inni ger nógv burtur úr at lýsa við ognunum, ið eru til sølu, bæði í bløðum og í sýnisglugganum. Í næstum fer meklaravirkið at leggja húsini, ið eru til sølu, á internetið, so føroyingar uttanlands hava møguliga at fylgja við á sethúsamarknaðinum í Føroyum.