Kári Horn, venjari hjá Neistanum, tók eina sera umráðandi avgerð, tá hann hvíldi Barbaru Brauer eina løtu í seinna hálvleiki. Tað var kanska tað, sum var munurin tá avtornaði. Tað heldur Jan Ottesen, viðmerkjari.
- Gurið Mortensen er lykilsspælarin hjá VB, men hon spælir allan dystin. Í løtuni, tá VB vinnur seg upp á javnt og kann taka leiðsluna, hevur hon ikki neyðuga yvirskoti. Tað hevur stórskjúttin hjá Neistanum, Barbara Brauer, hinvegin. Hon er væl uppløgd seinastu løtuna, tí hon fær hvílt seg eina løtu, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari.
Claus Rasmussen, landsliðsvenjari, vísir á, at Neistin hevur breiðan hóp. Av somu orsøk kundi Kári Horn gera slíkar neyðugar broytingar, meðan Damir Oros, venjari hjá VB, hevði ikki somu kort á hondini.
- Men stórt herðaklapp til vágskvinnur fyri sín fyrimyndarliga stríðsvilja. Tað rakk sera langt hjá teimum, sigur hann.