Umstøðurnar tær allar bestu

- Umstøðurnar hjá bátum og kampingvognum eru í topp, so tað er bara at seta kós og seta hvørjum øðrum stevnu á bátafestivalinum í morgin, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen. Borgarstjórin í Nes kommunu vísir á, at tá flaggdagur júst hevur verið, er hetta samstundis ein áminning um, at summar er í hondum. Tað er nú, at stevnurnar byrja runt landið.

- Tann fyrsta árliga stevnan hevur nú í fleiri ár verið bátafestivalurin á Toftum, sum liggur fyrsta vikuskiftið í mai. Bátafelagið á Toftum hevur hesi seinastu árini ment hetta tiltak til veruliga at vera ein festivalur, sum er afturvendandi, og sum fólk tosa um og gleða seg til.

Símin Johannesen vísir á, at festivalurin hevur eina fjølbroytta skrá fyri bæði børn og vaksin. Fleiri kend nøvn eru við, sum fara at undirhalda í stóra tjaldinum. Hann sigur, at umstøðurnar hjá bátum og kampingvognum at koma til bygdar eru í topp.

- So, tað er bara at seta kós og seta hvørjum øðrum stevnu á bátafestivalinum, sigur borgarstjórin.

Vegna Nes kommunu ynskir Símin Johannesen at bjóða øllum - bæði nær og fjar - vælkomin á bátafestival á Toftum í morgin.