Málið »Umsókn um prinsipielt byggiloyvi til nýggja kirkju á matr. nr. 115, við Støðlagøtu á Argjum«, stóð sum tað næstsíðsta málið á skránni til býráðsfundin hjá Tórshavnar býráð í dag.
Málið er avgreitt í býráðnum, og kirkjuráðið á Argjum bíðar bara eftir, at endaligt byggiloyvið verður skrivað. Men stór mótstøða er ímóti, at kirjan verður bygd á staðnum við millum Støðlagøtu og Sandá á Argjum – oman fyri spinnaríið.
Hóast fleiri mótmæli hava verið, so hevur Yvirfriðingarnevndin gjørt av ikki at taka málið um kirkjubyggingina á Argjum uppaftur.
– Avgerðin hjá nevndini tann 26. oktober 2021 verður tí standandi. Avgerðin er ikki at friða økið við Sandá, sæst í tilfarinum býráðsfundin.
##med2##
##med3##
##med4##
Har sæst eisini, at tekniski stjórin og leiðarin á byggi- og umhvørvisdeildini mæla til at loyva byggingini av nýggjari kirkju á Argjum við treytum, sum umsitingin setir.
Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndin 27. november 2023 verður málið útsett til komandi fund.
Tann fundurin er 8. januar í 2024: Ein meiriluti, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Jákup Dam og Súsanna Olsen, samtykti at beina málið í býráðið.
##med5##
##med6##
##med7##
Ein minniluti, Annfinn Brekkstein, mælir til at útskriva byggiloyvi
Og tá málið so kom fyri sum tað næstsíðsta á býráðsfundinum í Havn í dag. Í fundarfrásøgnini stendur stutt og greitt: Einmælt samtykt at beina málið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina.
##med8##
##med9##