Umstrítt útboð endað

Tað verður Sp/f Mutabor við Dánjal Paula Haraldsen, sum skal standa fyri strategiini at talgilda tænastur hjá tí almenna

Mikið rok stóðst av útboðið, sum Gjaldsstovan hevði herfyri. Útboðið snúi seg um at standa fyri ger av strategi fyri talgilding av tænastum hjá tí almenna.

Gjaldsstovan metti ikki, at talan var um starvssetan – men tíðaravmarkaða verkætlan - og tí varð arbeiðið boðið út. Men frá fleiri síðum hevur verið ført fram, at talan er um starvssetan, at útboðið tí er brot á almenna setanarpolitik og ein roynd at dumpa lønir.

Hvussu er og ikki, so er útboðið nú liðugt, og tað verður Sp/f Mutabor, sum Dánjal Pauli Haraldsen eigur og rekur, sum hevði besta tilboðið.

Í útboðstilfarinum stendur, at økini, sum fokuserað verður á í strategimenningini eru: 1. KT-tænastur millum tað almenna, vinnu og borgaran: Hettar snýr seg um strategi fyri at samskipa og menna grundskráir, borgara- og vinnuportal og trygt samskifti og gjaldsskipanir. 2.KT-nýtslan og rakstur í almennu fyrisitingini: Hettar snýr seg um strategi fyri at effektivisera KT-nýtsluna og KT-raksturin í almennu fyrisitingini. Tað snýr seg um, at standardisera, útvega felags skipanir og fáa synergi og stórrakstrarfyrimunir.

Strategiin skal verða liðug við árslok 2015.