Sunnudagin fer eitt lágtrýst fram við beint eystan fyri Føroyar og tilhoyrandi brúgvaløg nerta við Føroyar. Sìðani snarar vindurin í ein norðan og kaldari luft streymar inn yvir Føroyar í komandi viku.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum út á dagin makar niður í lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Fyrrapartin sólglottar í støðum, annars yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um 6 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sunnunáttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Turt og eitt skifti klárt í støðum, annars yvirhøvur skýggjað og sum náttin líður møguliga regn av suðri og eystri. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
Páskadag verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn og hitin um 5 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið men yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
2. páskadag øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin um 5 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av noðri, 8 til 13 m/s. Framvegis yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.
Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Samdrigið og sum frá líður ælaveður, stundum vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum frostmarkið og fýra hitastig.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina makar eitt vet. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin um 3 stig, um náttina niður móti, ella beint undir, frostmarkinum.
Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina niður í 2 til 3 kuldastig.