Undir Leyvu og Dannebrog

A. Guttormur Djurhuus

Nú vilja tjóðveldismenn at okkara umboðsstova í Íslandi heldur skal vera undir vernd av veðragjólinarskjøldrinum, enn undir prúðu donsku leyvuni. Dannebrog, sum varð givið okkum av himli, skal heldur ikki sleppa at veittra á sendistovuni, men ein klútur, funnin uppá av nøkrum dekadentum studentum í Keypmannahavn, skal vísa tignina.
Veit Tjóðveldisflokkurin ikki, at stríðst hevur verið so manniliga undir Leyvuni og Dannebrog í Iraq, at nú kunnu hermennirnir takast heim. Og brátt verður støðan hin sama í Afghanistan. Talibanar, shiittar, sunniar og antikristin fara at verða rikin eftir hæli, nú danir fáa møguleikan at hækka talið av hermonnum har.
Løgmaður segði tað so beinrakið, at betur kann tað neyvan sigast.

“Bert undir Dannebrog fáa vit tað slagkraft og tign, sum ein slík stova skal hava.”

Hann dugir væl, hann løgmaður. Men so er hann eisini av góðum skaldabergi sprottin. Veit Tjóðveldisflokkurin ikki, at fortreytin fyri at fáa tollfrían snaps er, at stovan hevur diplomatstatus.
Latum okkum, fyri eina ferð skyld, fylkjast í góðari semju undir Dannebrog – meðan vit enn sleppa.