Higartil eru trý topp-klassa Undirbeat farin afturum í desember mánaða, men fyriskiparirnir siga, at tað besta enn er eftir; megnar electro verður nevniliga í kvøld. Teir tríggir JamesJames, Bryn og Lajf diska upp við servaldum tónum.
Enn dukar Undirbeatið fast og fagurt mitt í Havnini og enn diska Undirbeat fólkini upp við tí besta av tí besta:
JamesJames (Høgni Egholm Magnussen): groovy, funky, frekur og on!
JamesJames hevur fleiri ferðir prógvað sínar dygdir. Hsnn var m.a við á Grundini á G! í summar og hann er ein av stovnarunum av Undirbeat. JamesJames Dugir síni ting og heldur grýtuni á kók - so tað sprutlar úr.
Bryn (Brynjálvur á Heygum) ? Sjefideologur í Side Effect og nýggja projektinum B.A.B.Y.
Bryn festi eisini í fjúsið á eini ávísari G!rund í summar og hann var við í Undirbeat, tá tað byrjaði. Av tí at Bryn er búsitandi niðri, var fyrsta UndirbeatDJ hansara sett 22. desember - tá máttmikla All-Stars veitslan fór av bakkastokki. Í kvøld roynir hann flogið av álvara. Bryn spælir væl trimmaðar og pumpaðar elektro/tekno tónar við hóskiligum 90-ára uppískoytum.
DJ Lajf ? spildurnýtt navn á Undirbeat plakatini!
DJ Lajf er úr Klaksvík, har hann ger sín egna tónleik og er regluligur DJ. Sum DJ spælir hann bæði egnar og læntar tónar við hartkókaðum elektro av tí dansabla slagnum.
Trý nøvn - okkurt kent og okkurt spildurnýtt - men sera spennandi og festligt, sum vanligt.